Eftir eina væleydnaða byrjan á Eiði, har 92 íkarar luttóku í fyrsta umfari av Burn Róður, er aftur klárt til kapping í innirógving, tá næsta umfar verður í ítróttarhøllini í Trongisvági leygardagin, 1. november kl. 13.
Róðrarsamband Føroya og Froðbiar Sóknar Róðrarfelag standa fyri vertsskapinum, og alt bendir á, at hetta verður ein stórur róðrardagur við heili 100 íkarum til start – eitt potentielt luttakaramet fyri føroyskan inniróður – FM undantikið.
Kappingin verður stroymd beinleiðis á YouTube-vanganum hjá Róðrarsambandinum, har Suðurnet stendur fyri framleiðsluni
Stemningurin á Eiði var frálíkur, og Róðrarsamband Føroya væntar einki minni nú, tá nýggj og roynd andlit hittast aftur í Trongisvági. Róðrarsamband Føroya fegnast um, hvussu Burn Róður hevur tikið seg fram sum kapping, ið bæði røkkur breitt og gevur íblástur til nýggj andlit at royna seg innan róður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald