Hondbóltur

Natasja Hammer og Brynhild Pálsdóttir aftur í landsliðshópinum

16 spælarar eru úttiknar til týðandi EM-undandystirnar móti Portugal fyrst í mars. Nakar broytingar eru í mun til HM-hópin.

Føroysku kvinnurnar stórfegnast eftir søguliga sigurin á Spania í HM-endaspælinum. Skjótt skulu tær stríðast fyri EM-plássi

Føroysku kvinnurnar stórfegnast eftir søguliga sigurin á Spania í HM-endaspælinum. Skjótt skulu tær stríðast fyri EM-plássi

2026-02-06 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í november og desember skrivaðu føroysku kvinnurnar søgu í Týsklandi, tá tær spældu og stóðu seg væl í fyrsta HM-endaspælinum.

Eftir sigrar á Spania og Paraguay, javnleik móti Serbia og eftir miðumfarið kundi staðfestast, at Føroyar endaðu á 19. plássi í HM.

Í vár verður farið eftir triðja endaspælinum á rað: EM í desember. 

Fyrstu uppgávurnar í ár eru báðar móti Portugal - fyrst við Tjarnir 4. mars og síðani í Porto 8. mars.

Um Føroyar megna at vinna í øllum førum annan dystin móti Portugal, ella fáa trý stig, so er liðið í ógvuliga góðari støðu áðrenn tvey tey seinastu umførini. Hetta tí at føroysku kvinnurnar í oktober skrivaðu søgu og vunnu i Reykjavík í 1. umfari.

Bólkur 4 í undankappingini til EM 2026:
1. Montnegro 4 stig
2. Føroyar 2 stig
---------------------
3. Portugal 2 stig
4. Ísland 0 stig

Tvey lið koma við fullari vissu til EM. Fýra teir bestu av teimum seks trý'arunum í undankappingini spæla seg eisini víðari - hesin bólkurin fer við stórum sannlíkindi at hava ein av bestu trý'arunum. Montenegro er favorittur at vinna, meðan hini trý serliga kappast um 2. og 3. pláss

Seks umfør verða spæld - her er restina av skránni hjá Føroyum:
4. mars: Føroyar – Portugal
8. mars: Portugal – Føroyar

7/8. apríl: Føroyar – Ísland
12. apríl: Montenegro – Føroyar

Nakrar broytingar í mun til HM

Nú er greitt, hvørjar skulu vera við móti Portugal fyrst í mars.

Hondbóltssamband Føroya skrivar, at landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undankappingardystirnar móti Portugal í Mars.

Málverjar:
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)

Bakkar:
Elsa Egholm, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Natasja Hammer, Stjarnan (ISL)

Vengur:
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)

Strikur:
Pernille Brandenborg, Storhamar (NOR)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

18 spælarar vóru við til HM-endaspælið. Nú eru, eins og vanligt til undandystir, 16 við.

Í mun til HM eru Maria Halsdóttir Weyhe, Marianna Geirsdóttir Eystberg, Karin Egholm og Gylta Djurhuus á Neystabø ikki við. 

Til HM vóru tríggir málverjar, so tað er á sín hátt nátúrligt, at tann yngsta ikki er við hesaferð. Rakul Wardum og Annika Fríðheim Petersen hava verið greipan, tá báðar hava verið tøkar, seinastu stóru fýra árini.

Brynhild Pálsdóttir avloysir Karin Egholm sum ein av teimum á høgra vongi. Brynhild spælir til dagliga í næstbestu donsku deildini.

Natasja Hammer er sum so avloysari fyri Mariu og Marionnu: Ein heldur øðrvísi  spælari, sum stendur seg væl í bestu íslendsku deildini. Natasja skorar javnt og samt nógv mál fyri Stjarnuna: Hon hevur burtur frá landsliðnum í longri tíð vegna millum annað barnsburð.

[object Object]Natasja Hammer var seinast í landsliðshópinum á vári 2024, tá liðið spældi seg til EM-endaspælið. Hon var tá profilur í føroysku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder