Hondbóltur

Nestin og Kyndil tryggjað sær hálvfinalupláss

Neistin og Kyndil vunnu stórt í hvør sínum bólki í steypakappingini hjá kvinnum.

Marjun Danberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Marjun Danberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-01-24 22:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tveir dystir vórðu seinnapartin spældir í steypakappingini hjá kvinnum. Greitt er, at tey bæði havnarfeløgini Neistin og Kyndil hava tryggjað sær pláss í hálvfinaluni hóast bæði liðini hava ein dyst hvør eftir.

Í Høllini á Hálsi tók Neistin ímóti vágskvinnum, og ikki óvæntað gjørdist tað ein avgreiðsluspurningur hjá teimum bláu.

Støðan í hálvleikinum var 18-11 til Neistan, sum eisini endaði við at vinna dystin við fjúrtan málum, 34-20. Marjun Danberg gjørdist toppskjútti við heili 14 málum. Við fýra stigum lliggur Neistin á odda í bólki 2, og hevur tryggjað sær hálvfinalupláss. Næsta sunnudag eru neistakvinnur á vitjan í Hoyvík.

Í bólki 1 var Kyndil á vitjan hjá næstbesta liðnum hjá hoyvíkskvinnum. Oddaliðið í landskappingini vísti onga náði, og vann við tjúgu málum, 32-12. Støðan í hálvleikinum var 20-5 til Kyndil.

Bjarta Johansen var toppskjúti hjá Kyndli við sjey málum, og Anna á Steig skoraði fýra mál fyri H71 2.

Kyndil hálaði seg sostatt upp á fýra stig, og tryggjaði sær pláss í hálvfinalunum.

H71 2 - Kyndil (12-32) 5-20
Bjarta Johansen 7 mál fyri Kyndil, Anna á Steig 4 mál, H71

Støðan í bólki 1
1. Kyndil (4 stig)
2. VÍF (2 stig)*
3. StÍF (0 stig)*
4. H71 2 (0 stig)

*Ein dyst færri

Mikudagur 27.01.21 kl. kl. 20.00 VÍF – StÍF
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 Kyndil – VÍF
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 StÍF – H71 2

Neistin - VB (34-20) 18-11
Marjun Danberg 14 mál, Neistin, og Vladana Lazendic 5 mál fyri VB

Støðan í bólki 2
1. Neistin (4 stig)
2. H71 (3 stig)
3. Stjørnan (1 stig)
4. VB (0 stig)

Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 H71 – Neistin
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 VB – Stjørnan

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder