- At nevndarlimir velja at halda áfram í nevnd í fleiri ár, er gull vert fyri eitt hvørt ítróttarfelag. Ikki minst innan fótbóltin vísir tað seg at vera strævið arbeiði at sita í nevnd. Tí kunnu vit ikki annað enn fegnast, at sama nevnd nú situr á triðja árið.
Hetta skrivar Skála Ítróttarfelag á heimasíðu sínari, eftir at tað gjørdist greitt, at øll nevndin tók við afturvali eftir seinasta aðalfund.
Nevndin hevur skipað seg við Inga Hansen sum formanni, Malene Egeberg Jacobsen sum næstformanni/kassameistara og Anniku Klein sum skrivara. Hini í nevndini eru Teitur Reinert Joensen, Drós Reinert Joensen og Bogi Kallsberg.
Ingi Hansen hevur verið formaður síðani 2020.
Frá høgru til vinstru: Teitur Reinert Joensen, Malene Egeberg Jacobsen, Bogi Kallsberg, Drós Reinert Joensen, Ingi Hansen og Annika Klein (Mynd: skalaif.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald