Annað

Nevndin í Ríðisambandinum heldur fram

Nevndin varð afturvald á aðalfundi í dag – Einasta broytingin er, at formaðurin í nýstovnaða felagnum Sleipnir er vorðin tiltakslimur.

Nevndin, frá vinstru: Símun Skaalum, nevndarlimir, Jón Nónklett, tiltakslimir, Brandur í Dali, formaður, og Zacharias R. Jacobsen, næstformaður

Nevndin, frá vinstru: Símun Skaalum, nevndarlimir, Jón Nónklett, tiltakslimir, Brandur í Dali, formaður, og Zacharias R. Jacobsen, næstformaður

2020-07-19 14:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag var aðalfundur hjá Ríðisambandi Føroya, og í hesum sambandi varð øll nevndin afturvald.

Einasta broytingin í nevndini er, at formaðurin í Sleipnir, nýstovnaða reiðfelagnum í Eysturoynni, varð valdur sum tiltakslimur.

Sambært heimasíðuni hjá Ríðisamband Føroya fegnast nevndin um menningina innan ríðing í Føroyum og um góðu úrslitini føroysk reiðfólk fingu í altjóða kappingum í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder