Fótbóltur

Newcastle støðgaði sigursrøðini hjá Arsenal

Tað endaði málleyst, men oddadysturin á Emirates, har Arsenal fyri fyrstu ferð í kappingarárinum ikki fekk fult, var undirhaldandi. Manchester United vann fjórða sigurin á rað - Everton og Lampard tapu greitt fyri Brighton á heimavølli.

2023-01-04 07:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í 19. umfari í Premier League vórðu spældir í gjárkvøldið, og serliga í London var tað spennandi.

Arsneal legði hart út í oddadystinum og hevði yvirvág undir so at siga øllum dystinum og eisini nakrar góðar málmøguleikar. Tað eydnaðist tó ikki at fáa hol á móti vælskipaða Newcastle-liðnum og stinna Nick Pope í málinum. Nógv ferð var á dystinum, ið var inntensur og merktur av týdninginum, og níggju gul kort komu. Í yvirtíðini vildu "The Gunners" hava brotsspark, tí bólturin kom í ein Newcastle-arm, men dómarin lat ikki við seg koma.

Arsenal kundi lagt seg á odda við tíggju stigum, men fyri bert triðju ferð í hesum kappingarárinum fór liðið hjá Arteta av vøllinum uttan at vinna. Hetta var eisini fyrsti heimadystur í Premier League, har Arsenal ikki vann. Tað sigur nakað um avrikið hjá Newcastle, ið bert hevur tapt ein dyst í ár og er sjey stig aftanfyri oddaliðið - fyri einum ári síðani lá liðið hjá Eddie Howe til niðurflyting.

Á Old Trafford tryggjaði nummar fýra, Manchester United, sær fjórða Premier League-sigurin á rað og tann tiðja á rað, har einki mál kom inn. Casemiro legði heimaliðið á odda í fyrra hálvleiki, Luke Shaw - ið var aftur á vinstra bakki - økti stutt eftir steðgin og vælupplagdi Marcus Rashford setti punktum. Harvið hevur liðið hjá Erik ten Hag nú fimm stig niður til næsta avbjóðaran um Champions League-pláss.

Fulham og Brighton eru óvæntað ikki so langt burtur frá hasum. Í gjárkvøldið vunnu bæði á liðum, sum stríðast í niðaru hálvu. Frank Lampard er undir trýsti í Everton, hóast tað gamlaárskvøld eydnaðist at fáa eitt stig á Etihad leikvøllinum í Manchester. Brighton vann 4-1 á Goodison í gjárkvøldið - í Leicester skoraði Aleksandar Mitrovic einasta málið.

Aftur í kvøld verða fýra dystir spældir.

Premier League 19. umfar
Í gjár, týsdagin 03.01

Arsenal - Newcastle 0-0
Everton - Brighton 1-4
Leicester - Fulham 0-1
Manchester United - Bournemouth 3-0


Mánadagin 02.01
Brentford - Liverpool 3-1


Í kvøld, mikudagin 04.01

19.30: Southampton - Nottingham Forrest 
19.45: Leeds United - West Ham United

20.00: 
Aston Villa - Wolves
Crystal Palace - Tottenham

Í morgin, hósdagin 05.01
20.00: Chelsea - Manchester City

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder