2020-10-14 10:44
Brasilska landsliðið heldur fram við sigursrøðini fram móti komandi HM-kapping í fótbólti. Hetta hendi í gjár við einum 4-2 sigri á Peru.
Og heilt stóra stjørnan á liðnum, Neymar, gekk á odda við at skjóta trý mál – hattrick. Harvið er áloyparin frá Paris Saint-Germain komin upp á 64 mál fyri landsliðið.
Og harvið yvirhálaði hann eisini stórsskjúttan, Ronaldo, á listanum yvir teir, ið hava skorað mest fyri brasilska landsliðið. Nú er bara ein maður framman fyri Neymar – tann størsti av teimum øllum, Pelé, sum skoraði 77 ferðir á landsliðnum.
Sum 28 ára gamal hevur Neymar møguleika fyri at taka metið. Brasil spælir næstu ferð 12. november móti Venesuela.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald