Annað

NFL fer nú í luftina í Føroyum

Talan verður um einn podd, ið verður sendur beinleiðis á FM hvørt týskvøld komandi mánaðirnar, har nógv evni innan amerikanskan fótbólt verða viðgjørd. Byrjað verður í kvøld.

Her lyftir Tom Brady Lombardi-steypið í Tampa í februar. Tosað verður um hann og nógvar aðrar leikarar og stríðið hjá liðunum um hetta steypið (Mynd: EPA)

Her lyftir Tom Brady Lombardi-steypið í Tampa í februar. Tosað verður um hann og nógvar aðrar leikarar og stríðið hjá liðunum um hetta steypið (Mynd: EPA)

2021-11-09 17:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Størsta ítróttargreinin í USA hevur eisini vakt áhugan hjá nógvum føroyingum, og ynski hjá fyriskiparunum er at kveikja hann hjá fleiri, umframt at stimbra hann hjá øðrum. Hvørt týskvøld klokkan 20 komandi mánaðirnar verður ein NFL-sending at hoyra á FM1, ið eisini kemur út sum poddur.

NFL er tann ítróttargreinin, ið hevur nógv flest hyggjarar í USA. 22 sunnudagar um árið, serliga fyrsta sunnudagin í februar, er ein rúgva av fólki drigin til stóru og glæsiligu leikvallarnir og annars sjónvarpsskíggjar fyri at fylgja við serstaka leikinum.

Talan er um nógva ferð, rástyrki, takklingar; talan eru í stóran mun um íðkarar í heimsflokki. 

Men tað er sannliga eisini talan um strategi, taktikk, ætlan, justering og dirvið til at gera tað stóra og tað rætta. 

Amerikanskur fótbóltur hevur fangað onnur enn tey, ið búgva í risastóra landinum fyri vestan, har tankarnir og verkætlanirnar eisini eru risastórar. Sjálvsagt er tað serliga NFL - National Fooball League. Greitt tann besta deildin við ítróttini í heiminum, har 32 lið (franchisees) hvørt ár kappast um at fáa fatur á Lomardi-steypinum og heitinum hjá amerikanarum: "Heimsmeistarar"


Royndartíð komandi mánaðirnar

Áhugin í Føroyum er vaksandi, og nú fer Føroya fyrsta NFL-sending av bakkastokki. Hvørt týskvøld, í fyrstu syftu fram til Super Bowl 52 er leikt, verður NFL-prát at hoyra á FM1, og sendingin kann eisini hoyrast sum poddur.


Tríggir vertir/fastir luttakarar vera í sendingini á FM1: - Høvuðsvertur verður Arnar Lognberg. Hann er millum annað kendur fyri at vera formaður og venjari hjá Undrinum, men skopuningurin er eisini sterkur í NFL Fantasy-spælinum, ið helst eisini fer at vera eitt afturvendandi evnið í sendingunum.

Í tí kappingini er Arnar frammanfyri hinar báðar, ið fast fara at manna sendingina. 

[object Object]

Læknin Aksel Kambsskarð Berg er ein av Føroya bestu til at diagnosera støðuna í NFL. Hann hevur fylgt væl við NFL í drúgva tíð, og havnarmaðurin er høvuðsstigtakari til nýggju verkætlanina at hava eina NFL útvarpssending/podd.

Til at supplera teir verður klaksvíkingurin Agnar Prestá. Hann plagar at skriva og annað fyri Portalin, men útyvir at fylgja væl við serliga fótbóltin, so fyllir ítrótturin við tí ovala bóltinum eisini rættiliga nógv hjá honum.

Fyrsta sending við hesum trimum verður í kvøld, týsdagin 9. november 2021, og poddurin verður at hoyra skjótast gjørligt á alnótini. Í sendingunum vera eisini ymsir gestir, umframt annað spennandi á skránni. Sendingarnar vera upp til ein tíma til longdar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder