NFL liðið Washington Redskins hevur síðan 1937 havt tað sama navni. Men eftir stórt trýst frá stuðlum hevur liðið valt, at vraka tilnevni Redskins og sítt búmerki. Tað boðar felagið frá mánadagin.
Tað hevur leingi verið lagt stórt trýst á Washington fyri at fáa navnið broytt, men Washington hevur fyrr sýtt fyri at broyta navni. Men nú hevur felagið valt geva seg, eftir stórt trýst frá stuðlum. Millum fyritøkurnar, ið hava lagt trýst á Washington kunnu nevnast FedEx, Bank of America, Nike, Amazon og Pepsi.
Orsøkin til stóra trýsta um at broyta navni er, at tilevni verður fata rasistiskt og niðursetandi mótvegis innføddum amerikanarum.
Washington hevur enn ikki boðað frá hvat nýggja navni verður og hvussu nýggja búmerki kemur at síggja út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald