2025-03-26 12:55

Føroysku U17-genturnar skulu spæla móti Niðurlondum, Eysturríki og Noregi í EM-endaspælinum, sum verður í Føroyum í mai.
Tað er greitt, eftir at lutakast hevur verið í Varpinum fyrrapartin.
Tey átta londini vórðu býtt í tveir bólkar:
Bólkur A
Føroyar
Niðurlond
Eysturríki
Noreg
Bólkur B
Spania
Italia
Pólland
Frakland
Endaspælið verður í døgunum 4. til 17. mai. Spælt verður bæði á Djúpumýru og á Tórsvølli. Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar eru vertir fyri einum endaspæli í fótbólti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald