Tutlað hevur verið í krókunum síðani Tróndur Vatnhamar varð tikin av sendingini Fótbóltsprát, sum verður send í útvarpinum klokkan 13 mánadagar, men eftir at Pressan tók málið upp í gjár, hevur nógv kjak verið.
Mikkjal Thomassen, venjari í KÍ, var herfyri frammi um, at tað var skeivt, at ein maður sum var knýttur at venjaratoyminum hjá besta mansliðnum hjá B36, slapp at vera vertur í fótbóltssendingini. Tað hevði við sær, at leiðslan í Kringvarpinum tók spurninginum upp.
Tróndur Vatnhamar er málmansvenjari hjá besta mansliðnum hjá B36. Her fegnast venjaratoymið um víðari luttøku í Europa League (Mynd: Bjarni Enghamar / B36)
Avleiðingin varð, at Tróndur Vatnhamar er tikin av sendingini sum vertur.
- Tá í verturin nú er orgianiseraður í B36 í hesum førinum, so mugu vit agera eftir tí, tí objektivt sæð, er tað ikki heilt eftir bókini, segði Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri í Pressuni í gjár.
- Hetta snýr seg um meiningsjournalistitikk, og har eru karmarnir eitt sindur víðari fyri hvat og hvussu man kann viðgera, men vit standa framvegis eftir við tí konkreta trupulleikanum, at verturin er partur av umhvørvinum, segði kringvarpsstjórin.
Á Facebooksíðuni “Føroyskt fótbóltskjak” hevur nógv kjak verið seinasta samdøgrið.
- Hetta málið er óføroyskt - longri er tann søgan ikki. Vit eru fá, smá - øll gera sítt besta. Tað fær ikki verði øðrvísi. Mannin í sessin aftur, skrivar ein kjakari.
- Fyri at halda fast í spurningin um gegnið og avgerðina hjá KvF at taka Trónd Vatnhamar av sendingini, so kennist tað eitt sindur løgið at sita og hoyra ein hondbóltsdómara tosa við ein viðmerkjara um hondbóltskappingina, sum byrjar í næstum, har teir meta um liðini. Men tað er bara á tíðindadeildini, so tað bilar kanska ikki, skrivar ein annar.
Hatta er so langt úti. Tróndur er ein fantastiskur vertur. Ein venjari eigur at tola kretikk, uttan tað skal kosta vertinum starvið. Hatta var besta sending í KVF, vil ein kjakari vera við, og heitir á Ivan Niclasen um at seta Trónd aftur sum vert.
Men øll eru ikki samd í, at Tróndur Vatnhamar aftur skal vera vertur.
- Tað var gott at Mikkjal (Thomasssen, red.) og KÍ talaðu at. At ein hjálparvenjari hjá B36 skal seta dagsskránna í fótbóltkjakinum í almennum stovni hoyrir ongastaðni heima, skrivar ein.
Á hinari kjaksíðuni um millum annað føroyskan fótbólt, Fótbóltskjak, varð í gjár skipað fyri einari atkvøðugreiðslu um Tróndur Vatnhamar skal vera vertur í sendingini ella ikki. Og úrslitið av atkvøðugreiðsluni er púra greitt. Fleiri enn 800 hava atkvøtt, at hann kann halda fram sum vertur, meðan 30 ikki halda, at hann kann vera vertur.
Síðsta orðið er uttan iva ikki sagt í hesum málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald