Hann leiddi Spania til EM-gull í 2018 og 2020 og hevur eisini eitt EM-silvur, umframt tvær HM-bronsur og tvær OL-bronsur hangandi.
Umframt mongu góðu úrsltini sum venjari hjá heimlandinum hevur nú 63-ára gamli venjarin verið við at ment hondbóltin á ymsan hátt - serliga innan verjuspæl.
SF bjóðar venjarunum í føroysku hondbóltsfeløgunum til venjararáðstevnu við m.a. kenda, spanska landsliðvenjaranum Jordi Ribera.
Ráðstevnan verður hildin:
Dagur: 22. august
Tíð: Allan dagin. Endaliga skráin kemur seinni
Stað: Við Tjarnir
Framløgur og innihald
Ársins venjararáðstevna bjóðar framløgu við Jordi Ribera, sum í nógv ár hevur verið spanskur landsliðsvenjari, fyrrverandi venjari hjá Brasil og fleiri sponskum feløgum. Hann fer at viðgera bæði teori og praksis innan verjuspæl. Ætlandi verða fleiri fyrilestrarhaldarar knýttir at degnum, meira kunning um hetta kemur so hvørt.
Árlig ráðstevna og venjaraútbúgving
Miðið við venjararáðstevnuni er, at hon framyvir verður hildin eina ferð um árið, tá luttøka er eitt krav í sambandi við endurnýggingstímar fyri Level 3- og Master Coach-útbúgvingarnar, hetta sambært aljtjóða RINCK sáttmálanum. Harumframt er endamálið eisini at geva venjarum íblástur, áðrenn kappingarárið byrjar.
Málbólkur
Ráðstevnan og framløgurnar venda sær serliga til venjarar hjá teimum elstu ungdómsliðunum, BURN- og SMS-liðum, men eru øll vælkomin at tekna seg.
Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er 295 kr., og tað fevnir um máltíð og kaffi o.a. ígjøgnum dagin. Melda til her: Venjararáðstevna 22. august 2026
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald