Norðmenn í stórum tali hava í hesum døgum sett kós vestur í hav og eru savnaði í New York-økinum undan áttandapartsfinaluni, sum skal spælast móti Brasil í kvøld klokkan 21.
Eins og undan dystinum móti Senegal fyri tveimum vikum síðan, hertóku norðmenn Times Square á Manhattan í gjár.
Hetta var gjørt við eyðkenda "Ro" herrópinum sum vóru tey umborð á einum víkingaskipi.
Herrópið hjá norðmonnum hevur vakt ans í hesum HM-endaspælinum.
Áttandapartsfinalan millum Brasil og Noreg byrjar klokkan 21 føroyska tíð og sæst á TV2 og TV2 Play. Klokkan 1 í nátt hittast Meksiko og England í áttandapartsfinalu. Tann dysturin sæst á DR1 og DRTV.
-
(Mynd: Kena Betancur/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Kena Betancur/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Kena Betancur/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Kena Betancur/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Kena Betancur/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: John Sibley/Reuters/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald