Noreg skuldi verið onnur vertstjóðin til EM-endaspælið, men orsakað av koronastøðuni og leiðbeiningunum í Noreg, so endaðu danir sum einsamallir vertir. Hetta hevur eydnast heilt væl, tá hugsað verður um umstøðurnar. Tað endaði tó nógv betri hjá Noreg enn hjá Danmark.
Donsku kvinnurnar vóru stórfavroittar at fáa fatur á bronsuheiðursmerkjunum. Tað hevði verið fyrstu heiðursmerki síðani 2013, tá Danmark vann bronsu, men Kroatia vildi tað øðrvísi. Liðið varð mett at vera tað veikasta í kappingini, men kom allan vegin til hálvfinaluna og í 2. hálvleiki í dag var Kroatia greitt omaná. Donsku kvinnurnar høvdu sera trupult við at skora mál og fingu heldur ikki støðga Kroatia í hinm endanum, og tað endaði 25-19. Eitt stórt vónbrot fyri Jesper Jensen og danska liðið.
Kroatisku kvinnurnar stórfegnaðust um bronsuna (Mynd: EPA)
Frakland byrjaði betri í finaluni í Jyske Bank Boxen, men skjótt tók Noreg yvir. Silje Solberg fekk fatur á nógvum fronskum skotum og kvika álopsspælið kom í gongd. Í stegðinum var munurin fýra mál, og nógv bendi á, a Noreg fór at koyra gullið rímiliga trygt heim. Soleiðis skuldi tó ikki verða. Verjuparturin hjá Fraklandi sá betri út, og Cleopatre Darleux kom inn í í franska málið og tók broddin av norsku kjúttunum. Eftir tíggju skot hevði Darleux sjey bjarginar, og tað var sera spennandi ígjøgnum hálvleikinum. Munurin var ofta eitt mál, í fleiri førum var javnleikur, og Frakland tók í 52. minutti leiðsluna.
Nora Mørk aftur við einum gulli (Mynd: EPA)
Tað koppaði tó til Noreg, ið vísti styrki. Solberg hevði umráðandi bjargingar, Nora Mørk, ið hevur manglað seinastu endaspølini, traðkaði til, og tað endaði 22-20. Hetta var fyrsta gullið hjá Noreg síðani EM í 2016. Frakland vann seinast - í 2018 á heimavølli - men hesaferð noyddust tær fronsku at taka til takkar við einum silvurheiðursmerki.
EM 2020
Jyske Bank Boxen, Herning - 20.12
Bronsudystur
Danmark - Kroatia 19-25 (11-11)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald