NSÍ og FC Hoyvík spældu í kvøld útsetta dystin í 12. umfari. Hetta var seinasti dysturin í grundspælinum í Betrideildini hjá kvinnum.
NSÍ vann heili 25-0. Støðan í hálvleikinum 14-0 til runavíkskvinnur. Heidi Sevdal skoraði heili níggju mál í dystinum.
Hetta gjørdist sostatt størsta tapið í deildini í ár. Undan hesum var størsta tapið í mai, tá FC Hoyvík tapti 17-0 móti HB.
Úrslitið í kvøld hevur við sær, at tað er sera tætt millum trý tey fremstu liðini. Eitt stig er frá Víkingi á fyrsta plássi niður til KÍ á øðrum plássi, og síðani er aftur bara eitt stig niður til NSÍ. HB er eisini við í ovara bólkinum.
B36, FC Hoyvík, Skála og TB/FCS/Royn eru í niðara bólkinum.
Lagt verður fyri í endaspælinum 31. august, tá KÍ og NSÍ hittast á Djúpumýru í Klaksvík. Síðani eru hinir dystirnir í 1. umfari í endaspælinum á skránni sunnudagin 1. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald