Fótbóltur

NSÍ er nú níggju stig aftanfyri KÍ

Lítið lív í FM-stríðnum eftir ein annars lívligan dyst millum B36 og NSÍ, sum endaði 2-2. Úrslitið merkir eisini, at tað er ógvuliga tætt í stríðnum um topp-fýra.

B36 og NSÍ skoraðu tvey mál hvør í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

B36 og NSÍ skoraðu tvey mál hvør í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-15 18:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dystur í 13. umfari í Betrideildini varð spældur seinnapartin.

NSÍ var uttan millum annað Brand Hendriksson Olsen (leikbann) og Petur Knudsen (skaða) men legði seg á odda tvær ferðir í Gundadali. B36 treiskaðist tó, Málið hjá Pæturi Petersen í 79. minutti tryggjaði heimaliðnum eitt stig - Kristian Joensen misti í hesum førinum eitt langskot, Pætur var til reiðar, og so endaði tað 2-2. Sum heild letur NSÍ ov nógv mál inn fyri tíðina.

Úrsltið hevur við sær, at KÍ nú er níggju stig frammanfyri NSÍ og HB - bæði KÍ og HB vunnu tryggar sigrar á útivølli í gjár. Ósigraða KÍ-liðið hevur eisini vunnið tvær ferðir á NSÍ og hevur spælt tvær ferðir móti HB, so nú vit næstan eru komin í helvt við kappingina, bendir lítið á, at talan verður um eitt spenanndi FM-stríð.

Hinvegin er stríðið um 4. plássið nú uppaftur tættari. EB/Streymur og Víkingur vunnu á suðuroyarfeløgunum í gjár - FC Suðuroy var annars á odda 1-0 á Eiði, tá 83 minuttir voru farnir, men annað umfari á rað vendi alt skeivan vegin hjá uppflytarunum.

EB/Streymur hevur harvið 20 stig, eins og Víkingur. B36 er eitt stig frammanfyri tey bæði. 4. plássið gevur evropeiskt pláss, um steypavinnarin ikki er eitt lið uttanfyri topp-trý.

Betrideildin 13. umfar
Í dag, sunnudagin 15. juni
B36 - NSÍ 2-2 (0-1)
15' Michal Przybylski 0-1
72' Bergur Poulsen 1-1
76' Steffan Løkin 1-2
79' Pætur Petersen 2-2

Í gjár, leygardagin 16. juni
EB/Streymur - FC Suðuroy 2-1 (0-0)
70' Salmundur Bech
84' Virgar Jónsson 1-1
90' Mikkjal Hellisá 2-1

B68 - HB 1-4 (1-2) - spældur í Fuglafirði
16' Emil Grønn Petersen 0-1
18' Aron Reinert Hansen 1-1
32' Ási Dam 1-2
60' Dan í Soylu 1-3
65' Emil Grønn Petersen 1-4

TB - Víkingur 0-3 (0-3)
16' Sølvi Vatnhamar, br. 0-1
24' Jørgen Nielsen 0-2
27' Stefan Radosavljevic 0-3

07 Vestur - KÍ 0-4 (0-2)
37' Páll Klettskarð 0-1
41' Árni Frederiksberg, br. 0-2
49' Páll Klettskarð 0-3
86' Mads Boe Mikkelsen 0-4

[object Object]
Stigatalvan í løtuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder