Fótbóltur

NSÍ fekk oyruni í HB-maskinuna

HB vann sannførandi 5-1 móti runavíkingum. Hinir báðir dystirnir í dag endaðu við javnleiki.

HB hevur havt eina góða byrjan hetta kappingarárið, og hevur vunnið tveir teir fyrstu dystirnar sannførandi (Mynd: Sverri Egholm)

HB hevur havt eina góða byrjan hetta kappingarárið, og hevur vunnið tveir teir fyrstu dystirnar sannførandi (Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-13 18:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á Svangskarði er fyri løtu síðani bríkslað av, og sostatt er annað umfar í landskappingini hjá monnum avgreitt.

Toftamenn høvdu vitjan av liðnum á vestara armi á Skálafjørðinum, Skála. Ein á pappírinum spennandi dystur, og tað gjørdist hann eisini. Tað bendi kortini leingi á, at B68 fór avstað við einum 2-1 sigri, men stutt undan dystarlok eydnaðist Skála at javna til 2-2, sum eisini gjørdist úrslitið.

Ovari vøllur í Gundadali var karmur um sanna málveitslu. Tað var HB, sum veruliga prógvaði, at KÍ ikki kemur sovandi til meistaraheitið í ár. Hinvegin høvdu runavíkingar ikki nógv at koma við í dag. HB hevði at kalla alt spælið, og úrslitið gjørdist 5-1 til teir reyðu og svørtu. Úrslitið kundi verið nógv verri, um tað ikki var fyri Tórður Thomsen í NSÍ-málinum.

Á Argjum var tað ein lívligur dystur við nógvum áskoðarum. Í mun til dystin ímóti HB síðsta sunnudag, fekk heimaliðið í dag spælið at rigga. Ein javnur dystur, hóast argjamenn vóru á odda 2-1 í hálvleikinum. Úrslitið gjørdist javnleikur 3-3.

Óvæntað vann EB/Streymur 2-1 móti Víkingi í Sarpugerði í gjárkvøldið. Meistararnir í KÍ høvdu vitjan av B36 við Djúpumýru. Tað kom bara eitt mál í dystinum, og tað var Jóannes Bjartalíð, sum tók sær av tí tá bara 10 minuttir vóru leiktir.

Úrslitini hetta umfarið hava við sær, at HB og KÍ bæði hava fulla úrtøku eftir tvey umfør, men HB hevur betri málmun.

Støðan í Betri deildini menn

1. HB (6 stig)
2. KÍ (6 stig)
3. B36 (3 stig)
4. EB/Streymur (3 stig)
5. Víkingur (3 stig)
6. NSÍ (3 stig)
7. 07 Vestur (1 stig)
8. AB (1 stig)
9. B68 (1 stig)
10. Skála (1 stig)

Úrslit 2. umfar

Víkingur - EB/Streymur 1-2 (1-1)
23’ Rói Olsen 0-1
37’ Andreas Lava Olsen 1-1
63’ Jákup Hummeland 1-2

KÍ - B36 1-0 (1-0)
10’ Jóannes Bjartalið 1-0

AB - 07 Vestur 3-3 (2-1)
33’ Agustin Marsico 1-0
Jasper Van Der Heyden 1-1
43’ Ragnar Skála 2-1
65’ Ronni Møller Iversen 2-2
71’ Bartal Petersen 3-2
74’ Jasper Van Der Heyden 3-3

HB - NSÍ 4-1 (5-1)
7’ Sjálvmál 1-0
14’ Jørgen Nielsen 1-1
25’ Stefan Radosavljevic 2-1
32’ Jákup L. Thomsen 3-1
45’ Stefan Radosavljevic 4-1
59’ Áki D. Samuelsen 5-1

B68 - Skála 2-2 (2-1)
9’ Sebastian Lau Nielsen 1-0
26’ Poul Kallsberg 1-1
31’ Sebastian Lau Nielsen 2-1
84’ Karl Martin Johansen 2-2


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder