Fótbóltur

NSÍ fekk oyruni í skotsku maskinuna

Liðið hjá Glenn Ståhl stóð heilt væl ímóti størsta partin av fyrra hálvleiki, men so skrædnaði av álvara. Eins og í 2018 lat NSÍ seks mál inn í Skotlandi.

Klæmint Andrasson Olsen og liðfelagarnir megnaðu, tá samanum kom, einki at gera við Aberdeen (Savnsmynd/Jens Kr. Vang)

Klæmint Andrasson Olsen og liðfelagarnir megnaðu, tá samanum kom, einki at gera við Aberdeen (Savnsmynd/Jens Kr. Vang)

2020-08-27 23:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Upplivingin hjá NSÍ á Pittodrie leikvøllinum var ikki góð. Tað sá annars gott út í 35 minuttir, men so gekk galið.

Lewis Ferguson legði Aberdeen á odda, og fimm minuttir seinni var 2-0, tá heimaliðið slapp alt ov lætt ígjøgnum í vinstru síðu hjá NSÍ, og Curtis Main stóð púra einsamallur í fimm-metrinum. 

Tað gekk ikki long tíð í 2. hálvleiki, til bólturin aftur lá í netinum aftanfyri Tórð Thomsen. Tað var innskifti Ryan Hedges, ið sló til, og hann gjørdi hattrikk - eftir at liðið hjá Glenn Ståhl hevði hildið Aberdeen frá at skora í áleið 25 minuttir, setti Hedges punktum við brotssparki

NSÍ hótti sera sjáldan og hevði einki skot á mál. Aberdeen sat á dystinum, og eins og ímóti Hibernian (bæði úti og heima) lat NSÍ seks mál inn. Runavíkingar skrivaðu søgu í seinastu viku, og skulu nú venda eyguni móti Betrideildini aftur.

Aberdeen - NSÍ 6-0 (2-0)
Pittodrie Stadium, Aberdeen - 27.08
1. umfar í Europa League 

37' Lewis Ferguson 1-0
43' Curtis Main 2-0
50' Ryan Hedges 3-0
59' Ryan Hedges 4-0
63' Jonathan Hayes 5-0
87' Ryan Hedges (br.) 6-0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder