Tað eru sjey ár síðani, at føroyameistarheitið í fremstu mansdeildini varð avgjørt á seinasta leikdegi. Tað var, tá B36 og KÍ í 2019 høvdu ógvuliga spennandi FM-stríð, sum endaði við innanhýsis dysti um gulli í Gundadali. Hendan vann KÍ.
Síðani hevur einki veruligt FM-stríð verið langt út á heystið. Men nú hava vit sanniliga eitt:
![]()
NSÍ er trý stig frammanfyri, nú trý umfør eru eftir. KÍ hevur tó enn betri málúrttøku - fimm mál betri enn kappingarneytin - og vann sunnudagin á pappírinum truplasta dyst sín eftir landsliðssteðin: HB á útivølli.
Vit hava hugt eftir restina av skránni hjá liðunum, sum stríðast um føroyameistaraheitið:
25. umfar
Sunnudagin 18. oktober
15.00: KÍ - B68
15.00: NSÍ - 07 Vestur
26. umfar
Sunnudagin 25. oktober
15.00: B36 - KÍ
19.00: NSÍ - HB *
* Tíðarásetingin kann broytast
Les eisini: Allir dystirnir verða spældir sama dag í seinastu trimum umførunum
27. og seinasta umfar
Leygardagin 31. oktober
15.00: KÍ - Víkingur
15.00: B68 - NSÍ
Bæði liðini hava botnliðið B68 eftir: KÍ á heimavølli, men NSÍ á seinasta leikdegi, tá B68 mest sannlíkt einki hevur at spæla fyri. Niðurflyting kann verða staðfest longu hetta vikuskifti, tá B68 spælir fyri lívinum við Djúpumýru.
Víkingur fer kanska at hava bronusheiðursmerki , men ikki evropeiskt pláss, at spæla fyri á seinasta leikdegi í Klaksvík. Confernce League og milliónirnar komu uppá pláss, tá víkingarnir koppaðu KÍ fyri stuttum.
At KÍ hevur Víking og B36, tvey topp-fimm lið, eftir ger, at KÍ á pappírnum hevur truplari endaskrá enn NSÍ.
Oddaliðið hevur bæði liðini, sum eru undir strikuni eftir. Hinvegin hevur 07 Vestur alt at spæla fyri við Løkin sunnudaginm og HB, sum stríðist fyri Evropa skal har næsta vikuskifti.
Bæði NSÍ og KÍ hava tveir heimadystir eftir. Sum heild er so mikið stórur spenningur, at fleiri ting benda á, at alt verður avgjørt á seinasta leikdegi; seinasta dagin í oktober.
Sí alla skránna fyri trý tey seinastu umførini í Meistaradeildini her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald