Fótbóltur

NSÍ hevur annað beinið í Conference League 2022

Ungu danirnir hjá NSÍ gjørdust avgerandi, og við 2-0 sigrinum yvirhálaðu teir í gulum og svørtum B36, ið nú - eins og í fjør - noyðast at vinna steypakappingina fyri at tryggja sær evropeiska luttøku.

NSÍ tryggjaði sær fjórða plássið og umleið 1,8 millión í pluss kann srkivast í rokniskapin næsta ár, um B36 ikki vinnur steypakappingina (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ tryggjaði sær fjórða plássið og umleið 1,8 millión í pluss kann srkivast í rokniskapin næsta ár, um B36 ikki vinnur steypakappingina (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-07 18:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

7. november 2020 vann NSÍ 4-3 á B36 á Tórsvølli í 27. umfari í Betrideildini. Harvið vunnu runavíkingarnir sær evropeiskt pláss til hetta kappingarárið, og tá B36 varð sligið út í hálvfinaluni í steypakappingini móti Víkingi - við Løkin - so var greitt, at 

Nú, júst eitt ár eftir seinast liðini spældu ein møguliga avgerandi um evropeiskt pláss, hittust tey aftur til ein líknandi dyst. Fjórða plássið í Betrideildini var uppá spæl, og í B36 og NSÍ visti man, at ein sigur fór at gera, at liðið lá til evropeiskt pláss áðrenn síðstu dystirnar hjá steypakappingini - hjá B36 hevði tað verið nóg mikið við javnleiki, tí liðið hjá Dan Brimsvík vann 2-0 á Víkingi hóskvøldið

Tað eydnaðist tó heldur ikki í ár hjá B36, at koppa NSÍ tá ástóð. Hetta hóast útiliðið var nærri við at skora í fyrra hálvleiki, tá bæði Uros Stojavnov og ein vælupplagdur Hannes Agnarsson komu til stórar møguleikar.

Tað eydnaðist tó ikki at gagnnýta hesar, og NSÍ, ið át seg meira inn í dystin, tók av, tá møguleikin kom tíðliga í 2. hálvleiki. B36 bygdi upp, Bjarki Nielsen kom eitt sindur aftur í vøllin, men alvering hansara endaði beint hjá Jakob Trenskow, nakað uttanfyri brotsteigin. Kviki 20-ára gamli danin setti ferð á, og komin inn í brotsteigin, nakað til vinstru, royndi hann seg við sínum sterka vinstra beinið. Mattias Lamhauge bjargaði væl, men bólturin kom út til Trenskow aftur, ið hesuferð skeyt við høgra beinið, og bólturin fór umvegis landsliðsmálverjan, ið var nær við aftur at verja fyri, í málið.

B36 skuldi nú hava minst eitt mál og royndi at trýst, men tyktist at mangla nakað av yvirskotið og gjøgnumbrotsmegi. Eftir gott gjøgnumbrot í høgru og góðan stútara frá Urosi, var bólturin á veg í NSÍ-málið, men Karsten Hansen var sum køtturin og bjargaði væl. Nærri komu teir hvítkløddu ikki, og minuttin seinni punkteraði NSÍ dystin við málið aftaná eina skjóta umstilling. Klæmint Andrasson Olsen rak væl við ferð og slepti bóltin rætt til høgru, og nakað inni í brotsteignum og til høgru møtti innskifti Mikkel Elbæk Jakobsen í ferð bóltinum og sendi hann millum beinini á Mattiasi.

Áskoðarar sluppu ikki at vera til dystin, men NSÍ-fjepparar, leikarar, venjarar og nevnd kundu fegnast løtu seinni, tá bríkslað var av. 2-0 sigurin merkir, at sum nú er, skal NSÍ áttanda árið á rað spæla evropeiskar dystir, og tað gevur minst 1,8 milliónir. Liðið hjá Bill McLeod Jacobsen skal í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið spæla móti HB.

B36 misti Ragnar Samuelsen orsakað av vøddaskaða í upphitingini, Lukas Enevoldsen í fyrra hálvleiki, og seinastu minuttirnar spældi liðið við tíggju monnum, tí Andrass Johansen varð takklaður har, og eingin útskifting var eftir. Sebastian Pingel var ikki við, orsakað av skaðanum hann fekk í Víkinga-dystinum. Nú skulu teir í B36 royna at koma fyri seg til steypakappingina, ið nú hevur fingið uppaftur størri týdning: Hon skal vinnast, um liðið skal út í Evropa at spæla aftur. B36 hevur Víking á skránni í hálvfinalunum seinna helmingin av mánaðinum

Betrideildin, 27. og seinasta umfar
07.11 - útsettur frá 30.10
NSÍ - B36 2-0 (0-0)
55' Jakob Trenskow 1-0
78' Mikkel Elbæk Jakobsen 2-0

4. NSÍ 47 stig
5. B36 46 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder