
- So hvørt uppgávur verða loystar, og flugubein verða sett, ber til at leggja afturat og byggja víðari. Eitt stórt flugubein er hervið sett, tí vit hava tryggja okkum høvuðsungdómsvenjara næstu trý árini.
Soleiðis skrivaði NSÍ á heimasíðu sínari í gjárkvøldið, í samband við at tað var kunngjørt, at Jákup Mortensen er settur sum høvuðsungdómsvenjari felagsins.
Hann er er abbasonur navnan, Jákup Mortensen, ið er heiðurslimur í felagnum og ein av høvuðsorsøkunum til, at fótbólturin festi røtur í runavíkarøkinum. Pápin Trygvi Mortensen spældi á besta liðnum og hevur eisini verið venjari í fleiri umførum, og teir tríggir beiggjarnir hjá Jákupi hava allir verið - ella eru - virknir sum spælarar í NSÍ.
Jákup er harvið partur av sannari NSÍ-familju, og sum ungur spælari vann nøkur meistaraheiti, umframt eina steypakapping. Seinastu mongu árini hevur hann virka sum ungdómsvenjari, samskipari og hjálparvenjari, og hevur Jákup eisini verið partur av einum høvuðsungdómsvenjara-toymi. Nú skal 25-ára gamli runavíkingurin, ið hevur UEFA B-prógv, hava høvuðsábyrgdina av ungdómsarbeiðnum í barndómsfelagnum til og við 2025
- Hóast unga aldurin hevur Jákup longu í fleiri ár verið venjari hjá fleiri ungdómsliðum, og hevur stundum havt yvirskipaðar uppgávur innan venjaragerningin í felagnum. At Jákup nú hevur játtað at átaka sær høvuðsábyrgdina at skipa ungdómsfótbóltin, kunnu vit ikki annað enn fegnast um, skrivar NSÍ at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald