Stutt eftir at uppflytingin til Betrideildina var komin í hús gjørdist greitt, at Sámal Erik Hentze ikki fór at halda fram í NSÍ.
Nevndin í felagum hevur seinastu tíðina leitað eftir einum nýggjum persóni til sessin, og í kvøld er kunngjørt, at 43-ára gamli Jens Wedeborg er nýggjur høvuðsvenjari hjá besta mansliðið felagsins. Talan er um ein tvey-ára sáttmála.
Jens Wedeborg kunngjørdur sum venjari við Løkin (Mynd: nsi.fo)
Hann er ikki nýggjur í føroyskum fótbólti. Í 2021 og 2022 var hann knýttur at KÍ og hevði nógvar ymiskar leiklutir. Millum annað í akademiinum hjá felagnum, og í seinnu hálvu av 2021 og í 2022 stjórnaði Jens næstbesta mansliðnum í Klaksvík. Jens Wedeborg vann eisini steypakappingina við U17-dreingjunum hjá KÍ í 2021 og greipuna við kvinnuliðnum í 2022.
Fyrsta partin av hesum árinum var hann venjari hjá IFK Kalmar í fremstu svensku kvinnudeildini.
Við heimsíðuna hjá NSÍ sigur nýggi venjarin, at hann kann ikki lova at vinna hvønn dyst. Hinvegin kann hann lova, at hann verður málrættaður og eldhugaður í arbeiðnum at fáa NSÍ aftur millum tey bestu í Føroyum.
Jens Wedeborg hevur UEFA Pro Licence. Hetta er hægsta venjaraprógvið sum er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald