Fótbóltur

NSÍ í dreymastøðu við Djúpumýru

2-0 og HJK Helsinki hevur fingið eina útvísing í 1. hálvleiki, og nú skulu teir í gulum veruliga royna at gagnnýta støðuna. Fylg við ovast á Portalinum.

Emil Weihe Joensen legði seg á odda við góðum skoti av brotsteigarmarkinum í 12. minutti - Fabian Ness økti nakað eftir útvísingina hjá útiliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Emil Weihe Joensen legði seg á odda við góðum skoti av brotsteigarmarkinum í 12. minutti - Fabian Ness økti nakað eftir útvísingina hjá útiliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-10 20:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hálvleikur er við Djúpumýru, og tað kundi ikki gingið nógv verri hjá HJK Helsinki higartil: Finska stórfelagið er aftanfyri 2-0 og hevur fingið reytt kort.

Tað kundi gingið uppaftur betri hjá NSÍ, sum hevur havt nakrar stórar møguleikar og eitt tepurt rangstøðu mál útyvir síni bæði góðu mál.

Liðið hjá Jens Wedeborg hevur verið ágangandi og snilt samstundis og tykist at hava tamarhald á - eisini í 11 móti 11.

Emil Weihe Joensen legði NSÍ á odda eftir 11 minuttir: Talan var um góða sending hjá Brandi Hendrikssyni, innlegg frá vandamikla Jasper van der Heyden og eina "rudding" hjá HJK. Bólturin fall til miðvallaran, sum av brotsteigarmarkinum smekkaði bóltin í netið.

Tað var eisini ímóti Emili, at reyða kortið varð dømt: Ein vandamikil og óneyðug takkling á miðjum vøll, og so skuldi Kallinen í bað tiðliga.

[object Object]
NSÍ'arar fegnast um 2-0 málið (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta var miðskeiðis í 1. hálvleiki, og tíggju minuttir fyri steðgin økti vinstri bakkurin Fabian Ness eftir gott innlegg frá Brandi, sum hevur stýrt spælinum væl.

Fagnaður á NSÍ'arum og nú snýr tað seg um at leggja afturat muninum undan ferðini til Finnlands. Møguleikin er sanniliga har.

Fylg við víðari ovast á Portalinum. Meira tilfar eftir dystin eisini

Conference League 1. umfar
Hósdagin 10. juli, við Við Djúpumýru
NSÍ - HJK Helsinki (2-0)
12' Emil Weihe Joensen 1-0
35' Fabian Østigaard Ness (Brandur Hendriksson Olsen) 2-0

NSÍ (4-3-3): Kristian Joensen - Jann Benjaminsen, Daniel Obbekjær, Lars Markmanrud, Fabian Ness - Michal Przybylski, Brandur Hendriksson Olsen, Emil Weihe Joensen - Jasper van der Heyden, Klæmint Andrasson Olsen, Aron Knudsen


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder