Seinni dysturin í Betrideildini í dag, í 20. umfari, verður í Runavík, har NSÍ tekur ímóti EB/Streymi.
Útiliðið er í at kalla ongamannalandi. 12 stig eru niður til 9. plássið, og tað sum EB/Streymur kappast um, er 6. plássi - ÍF er eitt stig frammanfyri. NSÍ er ávarað, tí EB/Streymur var á odda 1-0 og 2-1 móti Víkingi seinasta vikuskifti. Tá fekk Árni G. Olsen reytt kort og er tískil ikki tøkur í dag.
EB/Streymur trýsti eisini NSÍ út í brotssparkskapping í steypadystinum millum liðini í Streymnesi tíðliga í juli, og tá liðið hjá Jákup Martini Joensen stutt seinni vitjaði við Løkin, vann NSÍ tepran 1-0 sigur.
NSÍ vann lykladystin móti B36 seinasta vikuskifti og er nú á triðja plássinum, ið kann geva atgongd til evropeiskan fótbólt komandi ár. Um heimaliðið vinnur í kvøld, verður munurin frá NSÍ niður til B36 til fýra stig. B36 hevur tó ein dyst færri sum nú er.
Fyrsta bríksl í Runavík verður klokkan 19.00.
20. umfar í Betrideildini
19/09
14.00: TB - KÍ
19.00: NSÍ - EB/Streymur
20/9
14.00: B36 - AB
15.00: Víkingur - Skála
18.30: HB - ÍF
Støðan
1. KÍ 47 stig (19 dystir)
2. HB 46 stig (18 dystir)
3. NSÍ 38 stig (18 dystir)
4. B36 37 stig (17 dystir)
5. Víkingur 35 stig (19 dystir)
6. ÍF 20 stig (18 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (19 dystir)
8. TB 13 stig (19 dystir)
9. AB 7 stig (19 dystir)
10. Skála 2 stig (18 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald