
Tað vera kvinnuliðini hjá NSÍ og HB, sum spæla steypafinalu á Tórsvølli tann 13. november.
Hetta er greitt eftir úrslitini í seinnu hálvfinalunum, sum vórðu leiktar í dag. Í fyrru hálvfinaluni millum NSÍ og B36 lótu runavíkskvinnur ongan iva vera, og vunnu 5-0. Tí var eingin veruligur spenningur til seinna dystin í dag.
NSÍ vann seinnu hálvfinaluna 3-0, og silvurvinnararnir í landskappingini eru sostatt klárir til eitt brak av einari steypafinalu um 14 dagar.
Móstøðuliðið verður HB. Fyrra hálvfinalan millum 07 Vestur og HB endaði javnt 1-1, og tí var alt víðopið til seinnu hálvfinaluna í dag. HB hevði tó munin og vann 2-0.
HB - 07 Vestur 2-0 (1-0) Samlað 3-1
12' Rúna Jacobsen 1-0
78' Rúna Jacobsen 2-0
B36 - NSÍ 0-3 (0-2) Samlað 0-8
8' Heidi Sevdal 0-1
11' Heidi Sevdal 0-2
61' Heidi Sevdal 0-3
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald