Fótbóltur

NSÍ setti B36 uppá pláss

B36 tók ikki av møguleikanum at nærkast fyrsta plássinum, men varð ístaðin yvirhálað av einum kyniskum NSÍ-liði sum skoraði fýra mál uppá 25 leikminuttir.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-09-12 22:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var málleyst í beint yvir ein hálvan tíma við Løkin, har B36 vitjaði. So fekk NSÍ av álvara hol á. Ikki tí eitt mál av álvara hevði ligið í luftuni, men Petur Knudsen sendi eitt fríspark væl inn av brotsteigarmarkinum, og í næsta NSÍ-álopinum beindi Andrias Eriksen eitt hart innlegg frá Salmundi Bech í málið, og harvið gjørdi liðformaðurin hjá B36 sjálvmál. 2-0, og so var luft í fimm minuttir. So gjørdi útiliðið brotsspark, og tað umsetti Klæmint Andrasson Olsen til mál. Triðja málið uppá níggu dagar hjá NSÍ-liðformanninum, ið skoraði í báðum landsdystunum í seinastu viku.

Myndir: NSÍ - B36

B36 royndi at svara aftur frá byrjan av í seinna hálvleiki, men tað var NSÍ, sum ístaðin økti. Petur varð spældur innum verjuna, og nummar 16 hjá NSÍ var ivaleysur. Petur Knudsen er eisini glóðheitur: Hann skoraði eisini í Europa League-dystinum móti Barry Town 20. august og í báðum U21-landsdystunum. 22-ára gamli áleyparin hevur nú skorað 10 mál í 13 dystum í Betrideildini.

 

[object Object]


[object Object]

[object Object]
4-1 málið kom eftir eina heldur løgna støðu (Myndir: Sverri Egholm)

Eitt sindur av spenningi kom í dystin miðskeiðis í hálvleikinum. Tórður Thomsen helt, sambært Alex Troleis, bóltinum ov leingi. Fríspark varð dømt, Michal Przybylski tók bóltin úr hondini á Tórði, legði hann niður og rullaði hann yvir til ein púra frían Ragnar Samuelsen, ið hevðu uppfatað støðuna skjótt og kundi rulla bóltin í eitt tómt mál. Tríggjar minuttir seinni gjørdi júst innskifti Steffan Løkin sjálvmál eftir eitt innlegg frá Árna Frederiksberg. 

NSÍ fekk tó hildið B36 frá at skora triðja málið og veruliga gera tað tætt, og heimaliðið fekk ein sera umráðandi sigur í hús. Liðið hjá Glenn Ståhl er nú eitt stig framamnfyri B36 - tó við einum dysti fleiri. B36 skal nú skjótt fáa fokus á evroisku uppgávuna mikukvøldið, har New Saints úr Wales vitjar á Tórsvølli.

 
Betrideildin 17. umfar
Við Løkin 12.09 - fluttur frá 23.08
NSÍ - B36 4-2 (3-0)
34' Petur Knudsen 1-0
36' Sjálvmál 2-0
41' Klæmint Andrasson Olsen (br.) 3-0
59' Petur Knudsen 4-0
67' Ragnar Samuelsen 4-1
70' Sjálvmál 4-2

KÍ - HB 2-1 (0-0)
49' Jóannes Bjartalíð (Patrik Johannesen) 1-0
55' Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Bjartalíð) 2-0
75' Sjálvmál 2-1 (Adrian Rúnason Justinussen)

1. HB 46 stig 
2. KÍ 44 stig 
3. NSÍ 38 stig 
4. B36 37 stig *
5. Víkingur 32 stig 
6. ÍF 20 stig
7. EB/Streymur 19 stig
8. TB 10 stig
9. AB 7 stig
10. Skála 2 stig *

*Ein dyst færri

placeholder
placeholder