Fótbóltur

NSÍ spolar avstað

HB vann sunnudagin á KÍ og liggur á øðrum plássi.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-28 17:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

NSÍ hevur vunnið allar sínar dystir í bestu kvinnudeildini higartil, og um vikuskiftið vunnu runavíkskvinnur heili 13-0 móti 07 Vestur.

Heilar seks ferðir var Heidi Sevdal á máltalvuni. Rúna Olsen, Dania Olsen, Evelin Da Silva Mastropasqua, Sigrid Jacobsen skoraðu eitt mál í part, og Helga Mikkelsen skoraði tvey mál.

NSÍ hevur 21 stig og liggur á odda í deildini.

HB og KÍ hittust í Gundadali í gjár, og sigursvanda liðið úr Klaksvík fekk sítt at stríðast við. Stutt eftir steðgin legði Lý Gray Djurhuus heimaliðið á odda og løtu seinni økti Leona Kjærbæk Djurhuus til 2-0.

Tóra Mohr minkaði um munin í 81. minutti, men stutt fyri leiklok økti Lisa Haraldsen til 3-1. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat royndi KÍ at koma aftur í dystinum og tað eydnaðist eisini at minka um munin við máli frá Tóru Mohr, men fleiri mál komu ikki.

Við sigrinum leggur HB seg á annað pláss við 16 stigum. KÍ er á triðja plássi við 15 stigum.

B36 var á vitjan á Skála og vann 4-1.  Í steðginum var Skála annars á odda 1-0.

Víkingur vann trygt 6-0 móti FC Hoyvík.

Úrslit í 7. umfari

NSÍ - 07 Vestur 13-0 (7-0)
4' Heidi Sevdal 1-0
14' Rúna Olsen 2-0 (br.)
16' Heidi Sevdal 3-0 (Rebekka Benbakoura)
23' Heidi Sevdal 4-0
28' Heidi Sevdal 5-0 (Helga Mikkelsen)
32' Dania Olsen 6-0 (Rúna Olsen)
33' Evelin Da Silva Mastropasqua 7-0 (Rebekka Benbakoura)
46' Heidi Sevdal 8-0
55' Helga Mikkelsen 9-0 (Rebekka Benbakoura)
58' Helga Mikkelsen 10-0 (Heidi Sevdal)
70' Heidi Sevdal 11-0 (Sigrid Jacobsen)
79' Sigrid Jacobsen 12-0 (Heidi Sevdal)
83' Heidi Sevdal 13-0 (Lena Olsen)

HB - KÍ 3-2 (0-0)
47' Lý Gray Djurhuus 1-0 (Fridrikka Clementsen)
68' Leona Kjærbæk Djurhuus 2-0 (Halla Morgan Ejdesgaard)
81' Tóra Mohr 2-1 (Tórun Højgaard Joensen)
88' Lisa Haraldsen 3-1 (Lý Gray Djurhuus)
90+3' Tóra Mohr (Eyðvør Klakstein)

Skála ÍF - B36 1-4 (1-0)
41' Sólja Vinjardsdóttir Johansen 1-0
55' Sigrið Hansdóttir 1-1
65' Gunnrið Poulsen 1-2
81' Gnnrið Poulsen 1-3
83' Sigrið Hansdóttir 1-4

FC Hoyvík - Víkingur 0-6 (0-2)
7' Rakul Sørensen 0-1 (Eydna Olsen Dalheim)
45+1' Jensa Tórsolvsdóttir 0-2 (Kára Jarnskor)
46' Eydna Olsen Daheim 0-3 (Jensa Tórolvsdóttir)
50' Rakul Sørensen 0-4 (Jensa Tórolvsdóttir)
62' Hanna Isaksen Højgaard 0-5 (Jensa Tórolvsdóttir)
89' Miriam Stauss 0-6 (Jensa Tórolvsdóttir)

--

Støðan

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder