FSF: Meðan menninir spældu landsdyst í Andorra í dag, spældu kvinnurnar fult umfar í Betri Deildini, har úrslitini gjørdust hesi:
NSÍ – KÍ 2-2
NSÍ fekk eina dreymabyrjan uppá dystin, tá Dania Olsen legði tær á odda í hennara fyrsta dysti í Betri Deildini í ár, og heimaliðið megnaði eisini at varðveita leiðsluna og halda KÍ frá teimum heilt stóru møguleikunum, inntil fáir minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki.
Eftir fleiri atsóknir móti NSÍ málinum eydnaðist tað KÍ at javna í 44. minutti, tá verjuveteranurin Ragna Patawary gjørdi tað til 1-1.
Í seinna hálvleiki skiftust liðini um at leypa á, men hóast góðar møguleikar báðar vegir, vildi bólturin ikki tað seinasta innum málstrikurnar. Ikki fyrr enn í seinasta minutti av vanligu leiktíðini, tá Malena Olsen legði KÍ á odda, sá tað út til at klaksvíkingar aftur hesaferð skuldu fáa øll trý stigini.
Men NSÍ vildi tað øðrvísi, tí í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk heimaliðið brotsspark, sum Rúna Olsen umsetti til mál og harvið eitt týdningarmikið stig í stríðnum hjá NSÍ um silvurkrónurnar. Við javnleikinum gjørdist NSÍ eisini fyrsta liðið at taka stig frá KÍ í ár.
EBS/Skála – ÍVB 0-1
Á Skála hittust bæði felagsliðini í deildini til ein heldur taman dyst, har gestirnirr úr ÍVB tó vóru leikliga omaná meginpartin av tíðini. Tær skuldu tó brúka fleiri atsóknir og tað mesta av einum tíma, áðrenn Mona Rasmusdóttir í 58. minutti skoraði sigursmálið. Meðan EBS/Skála neyvan fer at gera seg galdandi í kappingini um heiðursmerkir í ár, er ÍVB framvegis væl við í silvurstríðnum, har tær í løtuni liggja á triðja plássi, tvey stig aftanfyri NSÍ.
(Mynd: Sverri Egholm)
B36 – HB 2-1
Í Gundadali tóku B36 og HB nýggja graslíkið í dystarnýtslu við eini grannauppgerð, sum var lívlig frá byrjan. Longu í fjórða minutti legði B36-liðskiparin, Olga Kristina Hansen, tær hvítu á odda, og stutt fyri hálvleik økti Bára Isaksen til 2-0.
Hjá B36 snúði seinni hálvleikur seg tí fyrst og fremst um at halda stand, og tað megnaðu tær eisini heilt til endan á vanligu leiktíðini, tá HB fekk brotsspark, sum liðskiparin, Elin Maria Isaksen, setti í netið. Harvið pyntaði hon uppá úrslitið, men tað telur ikki so nógv á stigatalvuni, har havnaliðini nú eru jøvn í stigum, tó at HB hevur spælt ein dyst færri enn B36.
Sí eisini: Myndir: B36 - HB kvinnur
Fult umfar er longu á skránni aftur hóskvøldið, tá tekur KÍ ímóti ÍVB, HB tekur ímóti NSÍ og B36 tekur ímóti EBS/Skála.
Úrslit
B36 - HB (2-1)
4’ Olga Kristina Hansen 1-0
89’ Bára Isaksen 2-0
83’ Elin Maria Isaksen brotsspark 2-1
EBS/Skála - ÍF/Víkingur/B68 (0-1)
58’ Mona Rasmusdóttir 0-1
NSÍ - KÍ (2-2)
12’ Dania Olsen 1-0
44’ Ragna Patawary 1-1
89’ Malena Olsen 1-2
90’ Rúna Olsen brotsspark 2-2
Komandi dystir
Hósdagin 10. september
B36 - EBS/Skála
KÍ - ÍF/Víkingur/B68
Støðan
1. KÍ 43 stig (15 dystir)
2. NSÍ 18 stig (13 dystir)
3. ÍF/Víkingur/B68 16 stig (13 dystir)
4. HB 14 stig (14 dystir)
5. B36 14 stig (13 dystir)
6. EBS/Skála 7 stig (14 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald