Heilt stóra uppgávan hjá føroyska hondbóltslandsliðnum við monnum er nú EM-endaspælið í Týsklandi í januar.
Í sambandi við fyrireikingarnar til tað savnast føroyska liðið til venjingar í Føroyum, áðrenn tveir venjingardystir eru á skránni í Íslandi - her verður tíð til at arbeiða við nógum ymiskum.
Hondbóltssambandið upplýsir, at fyrsti fundurin og fyrsta venjingin eru á skránni sunnudagin 29. oktober. Liðið fer at hava venjingar saman fimm dagar á rað, áðrenn farið fríggjadagin fer til Íslands fríggjamorgunun 3. november.
Fyrri venjingardysturin er á skránni ta kvøldið klokkan 19.30, og tann seinni leygardagin 4. november klokkan 19.30. Báðir dystirnir verða í Laugardalshøllini í Reykjavík.
Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Julian Johansen, hava úttikið hesar 20 leikararnar:
Málverjar:
Nicholas Satchwell, TIF Viking Bergen (NOR)
Pauli Jacobsen, HØJ (DEN)
Útileikarar:
Ísak Vedelsbøl, H71
Teis Horn Rasmussen, Århus HC (DEN)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)
Pætur Mikkjalsson, Hallby (SWE)
Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)
Peter Krogh, Århus HC (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget (NOR)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn (DEN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, Hallby (SWE)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Bjarni í Selvindi, Kristiansand (NOR)
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand (NOR)
Bjarni í Selvindi og Ísak Vedelsbøl, ið báðir vóru við til U21 HM í summar, eru báðir við á fyrsta sinni.
Hondbóltssambandið skrivar, at hetta er seinasta samlingin, áðrenn liðið hittist aftur eftir nýggjár. Tá verða fyrst tveir fyrireikingardystir á skrá móti Belgia 5. og 6. januar. Dystirnir verða í Høllini á Hálsi. Føroyska liðið ferðast síðani til Berlin 9. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald