Leisturin fyri Faxe Kondi kappingina er broyttur eitt sindur og verður innleiðandi bólkaspælið leikt fyri jól, meðan hálvfinalur og finalur liggja, sum tær plaga, í februar. Byrjað verður í annaðkvøld, mikukvøldið, í Hoyvíkshølllini, við undandysti millum H71 2 og Kyndil 2 hjá monnum.
Vinnarin sleppur við í bólkaspælið saman við liðunum úr Burn deildini.
Kappast verður fram til vikuskiftið 27.–29. februar, tá stóra finaluvikuskiftið í Høllini á Hálsi verður.
Leiksskráin hjá monnum og kvinnum sæst á hsf.fo.
Liðini eru bólkaði í tveir bólkar eftir støðuni í landskappingini eftir grundspælið seinasta kappingarár, soleiðis at lið nr. 1, 4, 5 og 8 fara í ein bólk, meðan lið nr. 2, 3, 6 og 7 fara í ein bólk. Eftir bólkaspølini verða hálvfinalur millum nr. 1 í øðrum bólkinum og 2 í hinum bólkinum við einum úti- og heimadysti til liðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald