2023-04-01 12:21
Eftir útsett umfør orsakað av kava, sleppa kvinnurnar nú endiliga í gongd við landskappingarárið.
Tríggir dystir verða leiktir í dag í triðja umfari, sum er tað fyrsta. B36 og Víkingur spæla í Gundadali, 07 Vestur og NSÍ spæla á Dungasandi og meistararnir KÍ taka ímóti TB/FCS/Royn.
Fjórði dysturin í umfarinum er millum EBS/Skála og HB, og verður leiktur 26. apríl.
3. umfar
B36 - Víkingur (1. apríl kl. 15)
07 Vestur - NSÍ (1. apríl kl. 15)
KÍ - TB/FCS/Royn (1. apríl kl. 15)
EBS/Skála - HB (26. apríl kl. 19)
Til ber at fylgja gongdini í dystunum á forsíðuni á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald