Fótbóltur

Nú byrjar NM-kappingin í Føroyum

Komandi dagarnar vera Føroyar vertir fyri Norðurlandameistarakappingini fyri U17-landslið við dreingjum.

2018-08-03 19:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Komandi dagarnar vera Føroyar vertir fyri Norðurlandameistarakappingini fyri U17-landslið við dreingjum. Heili átta lond eru við. Tey seks norðurlondini, umframt tvey gestalond, sum í ár eru Kina og Norðurírland.

Sunnudagin 5. august fer árliga NM-kappingin fyri U17-landslið við dreingjum av bakkastokki. Føroyar eru í bólki B, saman við Íslandi, Noreg og Kina. Í bólki A eru Svøríki, Norðurírland, Finnland og Danmark. Kappingin er nakað størri hesaferð, enn tá Føroyar vóru vertir fyri seks árum síðani. Tað er eisini ein lítil avbjóðing, at gamla FSF-húsið er rivið niður, tí nýtt skal byggjast upp.

- Fyrireikingarnar hava gingið væl. Vit hava leingi vitað, at vit skulu hýsa kappingini, so vit hava langtsíðani bílagt kømur á gistingarhúsunum. Bæði HB og B36 hava víst stóra vælvild í samband við kappingina, nú tá gamla FSF-húsið er tikið niður, so nú gleða vit okkum bara til kappingin byrjar, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya við heimasíðuna hjá FSF.

Dystirnir verða spældir á Tórsvølli, Ovara vølli í Gundadali og á Argjum. Fyrstu dystirnir verða sunnudagin. Annað og triðja umfar eru á skránni týsdagin og hósdagin, meðan plaseringsdystirnir og finalan verða leygardagin í komandi viku.

Skráin

Sunnudagin 5. august

Kl. 13:00 Svøríki – Norðurírland á Tórsvølli

Kl. 13:00 Finnland – Danmark á Argjum

Kl. 17:00 Ísland – Føroyar á Tórsvølli

Kl. 17:00 Kina – Noreg á Argjum

Týsdagin 7. august

Kl. 12:00 Danmark – Norðurírland á Ovara vølli í Gundadali

Kl. 12:00 Ísland – Kina á Tórsvølli

Kl. 15:00 Svøríki – Finnland á Tórsvølli

Kl. 18:00 Noreg – Føroyar á Tórsvølli

Hósdagin 9. august

Kl. 12:00 Danmark – Svøríki á Tórsvølli

Kl. 12:00 Norðurírland – Finnland á Ovara vølli í Gundadali

Kl. 15:00 Føroyar – Kina á Tórsvølli

Kl. 19:00 Noreg – Ísland á Tórsvølli

Leygardagin 11. august

Kl. 11:00 A4 – B4 á Tórsvølli

Kl. 11:00 B3 – A3 á Argjum

Kl. 11:00 A2 – B2 á Ovara vølli í Gundadali

Kl. 15:00 B1 – A1 / FINALAN á Tórsvølli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder