Fótbóltur

Nú er KÍ nær við at endurvinna FM

Birita Ryan skoraði einasta málið í oddadystinum móti HB í dag. Fimm stig á muni millum liðini, sum leygarkvøldið hittast í steypafinaluni.

Birita Ryan og hinar kundu aftur fegnast um sigur á HB í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Birita Ryan og hinar kundu aftur fegnast um sigur á HB í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-13 18:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

5. av 9. umførunum í niðara endaspælinum í Meistaradeildini er spælt í dag. Eftir hetta er greitt, at KÍ er ógvuliga nær við at endurvinna føroyameistaraheitið.

Oddabrak var í Klaksvík, har HB vitjaði. Tað vóru vertirnir, ið vóru leikliga omaná og vunnu dystin. 

Besti verjuspælarin í deildini seinastu árini, Birita Ryan, legði KÍ á odda í 32. minutti. Og síðani hildu hon og liðfelagarnir málið reint.

Sí meira um dystin her

Skála vann heldur óvæntað 4-2 á Víkingi, men hetta var fult uppiborið. 

Harvið er støðan hendan, nú fýra umfør resta í:

[object Object]

KÍ og HB hittast í seinasta umfarinum. Áðrenn tað eru Skála (tvær ferðir) og Víkingur á skránni. Útfrá úrslitunum fyrr í ár, er ilt at ímynda sær, at KÍ missir nógv stig í hesum dystunum.

Leygarkvøldið 19. september klokkan 18.30 spæla HB og KÍ steypafinalu á Tórsvølli. Um tvær vikur verður landskappingini tikin uppaftur 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder