Tað leikaði javnt á fyrstu løtuna, har H71 ikki heilt fekk loyst upp fyri Kyndlisverjuni, og Turið Arge Samuelsen fekk nøkur góð mál. Skjótt gjørdist tó greitt, at tað var ein ávísur munur á liðunum.
Fimm mál vóru á muni í steðginum, og fimm mál vóru á muni, tá samanumkom. Gjøgnum seinna hálvleik var tað ongantíð, at tað kendist sum um, at Kyndil veruliga fór at megna at gera tað spennnandi. Tað var líka seinasta átta minuttirnar, at Jovana Strajanac tók fleiri skot, H71 bert skoraði tvey mál, og Kyndil minkaði um munin við trimum málum.
Harvið var samanlagdi sigurin hjá hoyvíkskvinnum nakað smalri enn í Hoyvík, men hann var tó sannførandi. Aftur hesuferð var Jana Mittún framúr. Hon skoraði tíggju mál, fann viðspælararnir væl, tók sakina í egnar hendur, tá spælið steðgaði upp, umframt trekti útvísingar og vann brotskøst.
Jana var toppskjútti hjá H71 í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Hoyvíkskvinnur royndu tað, sum tær kundu, fyri at steðga Turið Arge Samuelsen (Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Einaferð endaði nummar 33 á H71-bonkinum (Mynd: Sverri Egholm)
Sí allar myndirnar frá dystinum her
Í skipaða verjuspælinum eydnaðist tað í fleiri førum at halda Kyndli - serliga í fyrra hálvleiki - men samanlagt var Turið Arge trupul at tálma. Nummar 33 skoraði heili 15 mál og skoraði frá nógvum ymiskum støðum - eisini eftir "skjóta miðju" og skjótálop sum heild. Í nøkrum løtum fann Kyndil fleiri góðar loysnir, men samanlagt vóru ov nógvar tekniskar villur, og heldur nógv tyktist verða tengt at, at Turið skuldi gera tingini sjálv.
Kyndil stóð seg samanlagt betri enn í fyrstu finaluni, men tær í grønum skulu fáa tað at hanga saman yvir 60 minuttir í Hoyvík leygardagin, um ikki H71 skal staðfesta greipuna. H71 skal vinna eina finalu afturat fyri at tryggja sær FM. Tað kann gerast annað árið á rað, at hoyvíkskvinnur lyfta FM-steypið.
Myndir: Sverri Egholm
FM-finalur í SMS-deildini
finala nummar 2 - mikudagin, 3. mai í Høllini á Hálsi
Kyndil (0) - H71 (2) 27-32 (11-16)
Toppskjúttar:
Turið Arge Samuelsen 15 mál, Jana Mittún 10 mál
Sí allan dómaraseðilin har
Fótbóltur
Nú eru hoyvíkskvinnur bert eitt fet frá FM
Greipan kann verða staðfest, og gullkrónurnar handaðar í Hoyvík leygardagin. H71 vann 32-27 á Kyndli í høllini á Hálsi í aðru finauluni.
Vár Zachariasen, sum aftur spældi væl í serliga miðverjuni, kastar seg inn og skorar móti Kyndli (Mynd: Sverri Egholm)
2023-05-03 21:41
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald