Mikudagin og sunnudagin spælir føroyska mandslandsliðið aftur. Talan er um teir fyrstu dystirnir í hesari EM-undankappingini.
Teir skulu helst vinnast - serliga heimadysturin móti Kosovo mikukvøldið. Hetta verður tann seinasti landsdysturin á Hálsi, áðrenn høllin við Tjarnir verður tikin í nýtslu tíðliga í 2025. Tað er gott, tí útselt varð til dystin eftir nakrar minuttir.
Sunnudagin spæla Føroyar móti Ukraina í Litava. Dysturin verður í Vilnius vegna krígsstøðuna. Har fara føroysku menninir eftir fyrsta útisigrinum í einum undandysti nakrantíð.
Fyrst er tað tó Kosovo á Hálsi. Fyrireikingarnar við hópinum byrja í tí høllini í kvøld, har teir flestu í 18-mans hópinum eru við. Nakrir eru tó uttanlands enn. Millum annað Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum spældu móti hvørjum øðrum í Bundesliguni í dag - Hákun vann.
Liðið venur tvær ferðir í morgin - í Hoyvík fyrrapartin og á Skála seinnapartin. Vit hava ymiskt tilfar úr landsliðsleguni í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald