Í august var Bayern München sterkast í Portugal, har Champions League 2019/2020 varð avgjørt. Síðani hava lið stríðst fyri at spælt seg í bólkaspæli í Champions League 2020/2021.
Nú eru 32 lið eftir í stríðnum um at vinna heimsins størstu kapping fyri lið fyri hetta kappingarárið. Spennandi verður at síggja fyrstu dystirnar í kvøld, og í øllum bólkunum eru áhugaverdir dystir:
Tveir dystir byrja klokkan 17.55. Í Ukraina vitjar Juventus, sum situr á Serie A, men sum jagstrar stóra evropeiska úrslitið. Í kvøld skal Andrea Pirlo á fyrsta sinni standa á odda fyri einum liði í Champions League - hann skal royna at føra Juventus til sigurs í Kiev uttan millum annað Cristiano Ronaldo, ið er raktur av koronasmittuni. Barcelona er í sama bólki. Seinast Barcelona spældi í Champions League tapti liðið heili 8-2 á Bayern. Nú er tað við nýggjum venjara, Ronald Koeman, at Barca skal royna seg.
Mr. Champions League verður hann onkutíð nevndur - hann er ikki tøkur í kvøld orsakað av koronu
Í bólki F vitja Håland og co. í Rom, í bólki E tekur Chelsea móti Europa League-vinnaranum, og í bólki H bresta Manchester United og PSG saman. Seinast Solskjær vitjaði í París við hansara liðið endaði tað 1-3, og United kom víðari til kvartfinaluna við brotssparki í yvirtíðini. Aftur hesaferð er PSG favorittur. Liðið hjá Tuchel spældi seg í fjør í finaluna, og nú skulu Neymar, Mbappe og co. aftur royna at koma hartil. Ander Herrera og Angel Di Maria spæla ímóti sínum gamla liðið. Tað ger Edinson Cavani ikki - hann hevur júst verið í sóttarhaldi, og er eins og Maguire og Greenwood ikki við í París. Hetta verður helst ein bólkur, ið United fer at fáa tað trupult við at spæla seg víðari - serliga tí RB Leipzig eisini er við.
Dystirnir í kvøld:
Bólkur F:
(17.55): Zenit - Club Brügge
(20.00): Lazio - Borussia Dortmund
Bólkur G:
(17.55): Dynamo Kiev - Juventus
(20.00): Barcelona - Ferencvaros
Bólkur E:
(20.00): Chelsea - Sevilla
Rennes - Krasnodar
Bólkur H:
(20.00): PSG - Manchester United
RB Leipzig - Istanbul Basaksehir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald