placeholder
Fótbóltur

Nú fer Champions League í gongd aftur

Real Madrid og Juventus hava knívin á barkanum í kvøld, men meistaraliðini í suðurevropeisku londunum hava ymsar fyritreytir. Ronaldo og co. taka ímóti Lyon - liðið hjá Zidane skal skora minst tvær ferðir í Manchester.

Real Madrid og Manchester City skulu dystast um pláss í fjórðingsfinaluni (Mynd: EPA)

Real Madrid og Manchester City skulu dystast um pláss í fjórðingsfinaluni (Mynd: EPA)

2020-08-07 16:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tveir dagarnar hevur verið spælt í Europa League, har FCK, Manchester United, Shakhtar, Inter, Wolves, Sevilla, Basel og Bayer Leverkusen spældu seg víðari til fjórðingsfinalurnar, ið verða leiktar í Týsklandi tíðliga í komandi viku.

Í kvøld fer so heimsins besta kapping fyri lið, Champions League, í gongd. Tað er stórur spenningur undan uppgerðunum í Torino og Manchester - serliga í Manchester tí tað er Real Madrid, ið kemur á vitjan.

Sponsku meistararnir taptu 2-1, tá Guardiola og hansara menn vitjaðu í Madrid fyri koronasteðgin, hóast Isco legði Real á odda eftir ein tíma. Harvið er trýstið stórt á undirtippaða Real. Liðið skal skora minst tvey mál og noyðist samstundis at ansa sera væl eftir vælsmurdu álopsmaskinuni hjá City. Tí er tað ein stórur smeitur, at Sergio Ramos, liðformaðurin og verjuovastin, ikki er tøkur orsaka av reyða. Gareth Bale er heldur ikki í hópinum - hann hevði ikki hug til tað, segði Zinedine Zidane í gjár - og spælir ístaðin golf í dag. Franski venjarin hevur vunnið Champions League í øllum sínum trimum royndum sum høvuðsvenjari og er tann einasti í søguni, ið hevur vunnið kappingina trý ár a rað (2016-2018)

[object Object]
Kevin De Bruyne javnaði til 1-1 við brotssparki, og fáar minuttir seinni skoraði Gabriel Jesus til 2-1 (Mynd: EPA)

[object Object]
Beint áðrenn leiklok fekk Sergio Ramos reytt kort (Mynd: EPA)

Ein annar ið hevur staðið seg sera væl í Champions League er Cristiano Ronaldo. 35-ára gamli metmálskjúttin hevur í ár skorað 31 mál í 33 dystum í Serie A men hevur bert tvey mál í Champions League. Í kvøld skal tað helst koma frá honum, um Juventus skal senda Lyon út. Italensku meistararnir fingu einki mál í dystinum í Fraklandi undan koronasteðgðinum og eru í kvøld uttan Douglas Costa og helst eisini Pablo Dybala. Í Juventus, sum hevur vunnið Seriu A níggju ár á rað, er svongdin eftir at vinna Champions League stór, men Lyon er á odda 1-0 undan avgerðandi uppgerðini í kvøld

Champions League áttandapartsfinalurnar, seinnu dystirnir
Fríggjakvøldið 7. august

20.00: Manchester City (2) - Real Madrid (1) - TV3 +
            Juventus (0) - Lyon (1) -
TV3 Sport


Leygarkvøldið 8. august

20.00: Barcelona - Napoli
           Bayern München - Chelsea

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder