Annað

Nú fer steypakappingin í gongd

Fyrsti dysturin verður leiktur í Badmintonhøllini Klaksvík í kvøld, har hálvfinalurnar verða leiktar 12. februar. Bæði hjá kvinnum og monnum eru tveir innleiðandi bólkar, og finalurnar eru á skránni 26. februar - sí yvirlit her.

Tað vóru fuglfirðingar, ið kundu fegnast í feburar í fjør, eftir at menninir høvdu spælt eina dramatiska finalu (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað vóru fuglfirðingar, ið kundu fegnast í feburar í fjør, eftir at menninir høvdu spælt eina dramatiska finalu (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-01-05 12:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld verður fyrsti dysturin í steypakappingini í flogbólti hetta kappingarárið, tá kvinnurnar hjá Mjølni og Ternuni møtast í Badmintonhøllini í Klaksvík.

Tað er júst í hesari høllini, at allar hálvfinalurnar verða leiktar ein og sama dag, eins og tað hevur verið gjørt seinnu árini. Hálvfinalurnar eru á skránni 12. februar.

Stóri steypafinaludagurin hjá flogbóltinum verður í Høllini á Hálsi tvær vikur seinni, leygardagin 26. februar. Hesum boðar Flogbóltssambandið frá.

Tveir bólkar hjá bæði kvinnum og monnum

Næstu tvær vikurnar fara Føroya Tele-deildirnar hjá bæði monnum og kvinnum at liggja stillar, meðan funnið verður fram til hvørji liðini í hálvfinalunum verða. Tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki vinna sær sæti í hálvfinalunum.

Í bólki 1 hjá kvinnunum eru Mjølnir, SÍ, KÍF og Ternan. Í bólki 2 eru trý lið: Fleyr, TB og Dráttur.

Hjá monnunum eru tveir bólkar - báðir við trimum liðum. Í bólki 1 eru ÍF, SÍ og Ternan, og í bólki 2 eru Fleyr, Mjølnir A og Mjølnir B.

Í fjør vunnu kvinnurnar hjá SÍ steypafinaluna eftir dramatiskan fimm-settara ímóti Drátti. Hjá monnunum var ikki minni drama, tá ÍF tryggjaði sær steypið eftir 3-2 sigur á Mjølni.

[object Object]
Sørvágskvinnur lyftu aftur steypið í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Hin finalan var ikki minni spennandi (Mynd: FBF)

Bólkar hjá kvinnum: 
1: Mjølnir, SÍ, KÍF og Ternan
2: Fleyr, TB og Dráttur

Dystarskráin sæst her

Bólkar hjá monnum: 
1: ÍF, SÍ og Ternan
2: Fleyr, Mjølnir A og Mjølnir B

Dystarskráin sæst her


Hálvfinalur: 12. februar í Badmintonhøllini í Klaksvík

Finalur: 26. februar í Høllini á Hálsi
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder