Hondbóltur

Nú skulu Føroyar vinna á bæði Italia og Lettlandi

Og hetta fer møguliga ikki at vera nóg mikið, í mun til at koma víðari, um Luksemborg fær stig móti Italia í morgin. Liðið, ið basti Føroyum við fimm málum í gjár, javnaði í síðsta minutti móti Lettlandi.

Úrslitið í dystinum, sum fyri løtu síðani var lidnir, er ikki til fyrimuns Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

Úrslitið í dystinum, sum fyri løtu síðani var lidnir, er ikki til fyrimuns Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-15 19:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um Lettland hevði vunnið á Luksemborg í fyrra dystinum í 2. umfari, hevði Føroyar helst havt møguleikan at spælt seg víðari við einum sigri á Lettlandi í morgin við nøkrum máli. Men ímóti endanum av dystinum í gjár javnaði Luksemborg, ið var aftanfyri við trimum málum í steðginum, til 30-30. Harvið fekk liðið eitt gott úrslit, er í løtuni á veg víðari saman við Italia.

Tað er tó bert helmingurin av kappingini farin, og um Føroyar vinnur í kvøld, so kann alt henda.

Veruliekin er tó eisini tann, at um føroyska liðið ikki vinnur á italsku favorittunum, so er einki annað at æran at spæla fyri í morgin.

HM-undankapping, 2. umfar 
Leygardagur 15.01, Høllin á Hálsi 

Lettland - Luksemborg 30-30 (18-15)

19.30: Føroyar - Italia (KVF, FM1)

Støðan í bólkinum:
Luksemborg 3 stig - tveir dystir
Italia 2 stig - ein dystur
Lettland 1 stig - tveir dystir
Føroyar 0 stig - ein dystur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder