Fótbóltur

Nú skulu ungu føroyingarnir stríðast við Norðurmakedonia

Tá londini hittust fyri einum ári síðani, endaði tað 7-1. Fyrsta royndin hjá Sámal Eriki Hentze eydnaðist tó sera væl - tveir broytingar eru í byrjunaruppstillingini í mun til 3-1 sigurin á Ísrael.

Petur Knudsen, her í dystinum ímóti Ísrael, sum Føroyar vunnu 3-1 (Mynd: Sverri Egholm)

Petur Knudsen, her í dystinum ímóti Ísrael, sum Føroyar vunnu 3-1 (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-08 12:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

10. september 2019. Føroyar koma á odda 1-0 í 19. minutti í EM-undankappingardystinum í Skopje. Tað er Jákup Biskopstø Andreasen, ið skorar við brotssparki. Síðani gongur tó heilt galið hjá føroyingunum, ið tapa 7-1

Um ein tíma hittast liðini aftur - hesaferð á Tórsvølli. Nú hevur føroyska U21-landsliðið nýggjan venjara, Sámal Erik Hentze, og nakrar nýggjar leikarar. Mikudagin eydnaðist tað at vinna 3-1 á Ísrael á Svangaskarði, og nú skal byggjast uppá. Norðurmakedónia er helst nakað sterkari enn Ísrael, hóast liðið er eitt stig aftanfyri eftir fimm umfør. Norðurmaekdónia hevur spælt tvær dystir móti greitt sterkasta liðnum, Spania, ið vann 1-0 í Skopje hósdagin. 

Í 2012 spældu U21 landsliðini hjá londunum, tá var tað Makedonia, 1-1 á Tórsvølli. Tá vóru leikarar sum Hallur Hansson, Jóan Símun Edmundsson, Klæmint Andrasson Olsen, René Shaki Joensen, Gilli Sørensen, Viljormur Davidsen og Heini Vatnsdal á føroyska liðnum.

[object Object]Hanus Sørensen spældi sín fyrsta U21-landsdyst hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Mads Mikkelsen skoraði sítt fyrsta mál fyri U21-landsliðið í sigrinum á Ísrael (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Mads: Sindur heppið at bólturin fór inn

Í dag sær liðið sjálvsagt øðrvísi út. Tvær broytingar eru frá 3-1 sigrinum á Ísrael. Málskjúttin til 1-1 Mads Mikkelsen, ið fyri stuttum er komin aftur frá skaða, byrjar hesuferð á bonkinum. Í hansara stað á vinstra kanti er Lukas Giessing komin. Og hin borytingin er eisini á vinstra bakki: Andri Benjaminsen úr B68 avloysir Hanus Sørensen úr FC Midtjyllandi.

Føroyar (4-5-1): Rói M. Hentze – Ari Olsen, Bjarni Petersen, Samuel J. Chukwudi, Andri Benjaminsen – Pætur Petersen, Magnus H. Jacobsen, Stefan Radosavljevic, Petur Knudsen, Lukas Giessing – Jonn Johannesen.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 14.00. Eingir áskoðarar verða til dystin, men hann kann síggjast ókeypis á Rás 1. Portalurin hevur beinleiðis dagføring, myndir og annað frá dystinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder