KÍ er í gongd við higartil týdningarmestu vikuna í 2026.
Hon byrjaði dramatiskt og væl, tá liðið hjá Magnusi Powell eftir tógvið strí, og eftir at AB var á odda 3-2 eina løtu, vann sjey-máls dystin á Argjum mánakvøldið við máli í yvirtíðini. Hetta var dagin eftir enn ein NSÍ sigur (4-2 á EB/Streymi)
Sí eisini: Innskiftararnir hildu FM-stríðið tætt eftir stórt drama á Argjum
Jonn Johannesen: KÍ vísti eina ótrúliga mentala styrki í kvøld
![]()
Jonn Johannessen skoraði sítt fyrsta mál í 2026 - júst tað rætta tíðspunktið fyri KÍ: Í 94. minutti í ógvuliga týðandi dysti
Stórur KÍ-fagnaður Inni í Vika í gjár (Myndir: Klaksvíkar Ítróttafelag/Kronberg Photography)
Hóskvøldið klokkan 18.30 vitjar Riga FC í fyrra Conference League røkkstøkkdystinum. Uppgerðin millum føroysku og lettisku meistararnar er seinasi møguleikin hjá báðum at røkka evropeiskum deildarspæli í ár.
Eftir úrslitið á Argjum er nú lagt upp til eitt øðiligt oddabrak í Klaksvík sunnudagin 23. august klokkan 15. Tá bresta NSÍ og KÍ saman. Trý stig skilja liðini í løtuni - og NSÍ hevur fyrimunin undan innanhýsis uppgerðini í 20. umfari, sum fer at verða ein skilmarkan fyri endaspurtin
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald