Fótbóltur

Nýggi leikvøllurin hjá Tottenham útsettur

Klárt verður ikki at flyta inn fyrrenn í fyrsta lagi seinast í oktober.

Ein Tottenham-fjeppari uttanfyri Wembley undan seinasta heimadysti í undanfarna kappingarárið. Hann og hinir Spurs-fjeppararnir noyðast at bíða eina løtu afturat
(Mynd: EPA)

Ein Tottenham-fjeppari uttanfyri Wembley undan seinasta heimadysti í undanfarna kappingarárið. Hann og hinir Spurs-fjeppararnir noyðast at bíða eina løtu afturat (Mynd: EPA)

2018-08-14 13:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir kappingarenda í fjør flutti Totteham av White Hart Lane yvir á tjóðarleikvøllin Wembley. Gamli heimavøllurin, ið felagið hevði havt í væl yvir eina øld, skuldi rívast niður, og tað varð beinanvegin farið í gongd at byggja  ein nýggan leikvøll á sama staði.

Tottenham Hotspur leikvøllurin skuldi eftir ætlan takast í nýstlu um ein mánað, tá Liverpool kemur á vitjan í London. Men Sky Sports og aðrir bretskir miðlar skriva, at flytingin er útsett vegna trupulleikar við trygdini á nýggja leikvøllinum. Harvið er dysturin móti Liverpool, og dysturin fyrst í oktober móti Cardiff, fluttir til Wembley. 

Tað er framvegis óvist, hvussu er við heimadystinum 28 oktober, tá Tottenham og Manchester City hittast, men miðlar í Bretlandi vilja verða við, at Tottenham helst fer at leingja avtaluna við enska fótbóltssambandið um á lána Wembley; møguliga heilt fram til ársenda. Eisini er Tottenham í dialog við UEFA um at spæla heimadystirnar í Champions League-bólkaspælinum á Wembley.

Í Tottenham eru tey hørm um støðuna; leiðslan og áskoðarar, men tey noyðast at brynja seg við tolið. 3500 arbeiðarar stríðast við at fáa vøllin lidnan. 
Tottenham Hotspur leikvøllurin kemur at taka 62,000 áskoðarar.

Spurningurin um trygdina, sum skal svarast og loysast, gongur eisini útyvir NFL, ið hevur eina avtalu við Tottenham, um at spæla tvier dystir á leikvøllinum árliga. Ásetti dysturin millum Seattle Seahawks og Oakland Raiders var ásettur til 14.oktober á nýggja leikvøllinum, men hann verður eisini fluttur til Wembley.

Tottenham vann fyrsta dystin í Premier League 2-1 á útivølli móti Newcastle. Leygardagin er fyrsti heimadystur á skránni. Tað er á Wembley, har nábúgvarnir Fulham vitja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder