
Amidou Diop varð kunngjørdur sum nýggjur TB-spælari tíðliga í mars, men 33-ára gamli miðvallarin úr Senegal hevur ikki spælt í Føroyum enn. Hann er nústaðni komin til landið.
Arbieðsloyvi hevur annars verið uppá pláss, men trupulleikin hevur verið innfararloyvi, og hevur Diop sum skilst millum annað bíðað í 11 dagar í Marokko fyri at sleppa víðari.
Hóast hann hevur spælt leingi í Noreg, so er tað ikki bara so einfalt, at fáa ein mann frá Senegal til landið.
Amidou Diop slapp tó at uppliva at sigla við Smyrli í gjár, 2. Páskadag, og í dag venur hann fyri fyrstu ferð við liðfeløgunum við Stóra.
Portalurin hevur fingið upplýst, at hann helst spælir fyri TB í Gundadali móti HB leygarkvøldið 26. apríl í 6. umfari í Betrideildini.
Diop hevur umboðað millum annað Molde, Kristiansund og seinast Sarpsborg í Noreg. Samanlagt hevur hann spælt 181 dagar í Eliteseriuni og yvir 200 dystir á høgum stigi í Noreg.
- Diop var uppá tal í nakrar vikur. Vit nsktu at fáa ein leikara inn, sum hevði spælt á høgum stigi, og ein sum kann spæla 8’ari og 6´ari á miðvøllinum. Eftir eitt stórt kanningararbeiði um leikaran, fingu vit bara jaligar afturmeldingar. Øll søgdu tað sama: Hann er ein góður leikari og ein framúr góður liðfelagi. Eftir samrøðu við spælaran tók tað ikki langa tíð, áðrenn avtala varð gjørd við ‘Mido,’ sum hann verður kallaður.
Soleiðis greiddi André Dalfoss, TB-formaður, Portalinum frá 9. mars. TB hevur fimm stig fyri fimm umfør og er á 8. plássi í Betrideildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald