ÍF boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmálar við Hans Jørgen Djurhuus og Kára Reynheim, ið koma at standa á odda fyri Betrideildarliðnum, sum í løtuni liggur aftast.
Uppflytararnir endaðu samstarvið við Hegga Samuelsen fyri ellivu døgum síðani. Vágamaðurin hevði ført fuglfirðingar upp aftur í bestu deildina, men ÍF fekk bert eitt stig fyrstu fimm umførini og varð útsligið av B71 úr 1.deild í steypakappingini. Til dystin við Løkin skírsdag, har ÍF tapti 2-1, stóð Ólavur Larsen á odda fyri liðnum.
Nú hevur ÍF funnið avloysararnar hjá Hegga. Talan er um tveir navnaframar harrar í føroyskum fótbólti. 40-ára gamli Hans Jørgen Djurhuus hevur leikt 261 dystir og vunnið tvey FM í Betrideildini. Hann gavst í fjør, har hann eisini var hjálparvenjari fyrsta partinum av kappingini hjá Vìkingi, sum hann umboðaði mest sum leikari. Higartil í ár hevur fyrrverandi miðvallarstríðsmaðurin verið ungdómsvenjari hjá Vìkingi.
Hans Jørgen hevur ikki A-venjaraprógv, men tað hevur hin maðurin í venjaratoyminum. Talan er um fyrrverandi landsliðsleikaran, Kára Reynheim. 55-ára gamli havnarmaðurin hevur havt ymiskar venjarauppgávur ígjøgnum árini. Hann stóð millum annað á odda fyri AB, tá liðið flutti upp í bestu deildina í 2017. í 2012 var Kári Reynheim høvðusvenjari hjá einum ungum NSÍ-liði
Fyrsta uppgávan hjá nýggju venjarunum í Fuglafirði er á Eiði í annaðkvøld, har ÍF spælir týdningarmiklan dyst í botnstríðnum. Sambært heimasíðuni hjá ÍF, verða Hans Jørgen og Kári javnsettir í venjaratoyminum.
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald