Annað

Nýggir vinnarar í tvíspori í Vágum

Ása Bárðardóttir og ryssan Silfá høvdu longu tryggjað sær FM-heitið í tvíspori fyri vaksin, men tær gjørdust júst ov stuttar at vinna á degnum, tá Thor við Hannu S. Petersen hevði múlan framman fyri Silfá.

(Myndir: Hannah Hansen)

(Myndir: Hannah Hansen)

2026-08-31 11:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin var seinasta av fimm FM-kappríðingum hildin á breytini hjá Vága Ríðingarfelag í Vágum, og sostatt er enn eitt kappingár komið at enda.

Ása Bárðardóttir og ryssan Silfá høvdu longu tryggjað sær FM-heitið í tvíspori fyri vaksin við 29 stigum. Tó gjørdist tær júst ov stuttar at vinna á degnum, tá Thor við Hannu S. Petersen hevði múlan framman fyri Silfá. Tíðirnar vóru ávikavist 18,74 og 18,82.

Spenningur var um 2. og 3. plássið, sum endaði við at Sproti og Helena D. Nielsen vunnu FM-silvur við 17 stigum, meðan Bragi og Barbara R. Mouritsen vunnu FM-bronsu við 16 stigum.

[object Object]

Í tvíspori fyri ung gjørdist Kiljan við Simonu Tornby á baki greiður FM-vinnari við heili 30 stigum. Á degnum vóru tað tó Stormur og Eyðbjørg Ólavsdóttir sum sera tepurt vunnu á Báruni við Eyðdis H. Djuhuus á baki. Tíðirnar vóru 20,01 og 20,02, meðan Kiljan og Simona endaðu á triðja plássi við tíðini 20,22. FM-silvur fór til Tittuna og Brynju Lützen, meðn Stormur og Eyðbjørg vunnu bronsu.

Travið vann Gígur við Simonu Tornby á baki – bæði á degnum og FM-heitið, meðan Grettir og Hallur Hansen vunnu silvur og Dropi og Lív Djurhuus vunnu bronsu.

[object Object]

Bestu tíðina í skeið-kappingini hevði Kvika við Bárði Johannesen á baki við bara 9,32 sekundum. Næstir á degnum vóru Brúni og Jóannes Debes við 9,60 sekundum, meðan Rambó og Mogen Wraae Olsen gjørdust nummar 3 við tíðini 10,69 sekund.

Føroyameistaraheitini fullu soleiðis:

  • Gull: Brúni og Jóannes,
  • silvur: Kvika og Bárður
  • bronsu: Rambó og Mogens

Brynjar við Regini Johannesen á baki vann tøltið, bæði á degnum og føroyameistaraheitið við 33 stigum, meðan bróðir Regin, Bárður Johannesen, gjørdist nummar tvey á hestinum Stráki – eisini á degnum og í FM-kappingini við 20 stigum. Mogens Wraae Olsen og Hagnaður gjørdust nummar trý á degnum, meðan Tangó og Silja G. Eystberg vunnu bronsu við 13 stigum.

Tvíspor vaksin, annan flokk, vann Fimur við Lisu Niclasen á baki. Tíðin var 19,47. Spirit og Drós Andriasardóttir gjørdust nummar tvey við 19,51 sekundum og á triðja plássi vóru Doran við Hjørdis Patursson á baki, tíðin var 20,36.

Ríðisamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder