Nýtt graslíkið er lagt á Ovara vøll í Gundadali, og vøllurin var tikin í nýtslu fyri tveimum vikum síðani. Men nú nokta bestu liðini hjá HB og B36 at brúka vøllin.
Tað skrivar tíðindasíðan in.fo.
Grasið er sera hart, og tað ger, at bólturin ferðast heilt óvanligt.
Vanliga leggur grasið seg eftir stuttari tíð, men in.fo skrivar, at á ástaðarfundi, sum var í gjár, har umboð fyri Tórshavnar kommunu og tey bæði grannafeløgini vóru hjástødd, kom fram, at tað kann ganga upp til tvey ár, áðrenn grasið hevur lagt seg.
Bestu liðini hjá HB og B36 fara at spæla sínar dystir á Tórsvølli, hava venjararnir hjá liðunum, Jákup á Borgo og Jens Berthel Askou gjørt greitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald