Tá KÍ fer til Margáir leygardagin at spæla ímóti EB/Streymi, verður tað helst við teimum báðum Dmytro Lytvyn og Valerijs Sabala, sum felagið skrivaði sáttmála við herfyri.
Teir eru úr Lettlandi og Ukraina, og skulu tí hava arbeiðsloyvi í Føroyum áðrenn teir kunnu spæla dyst.
KÍ sigur í kvøld, at hetta nú er avgreitt, og teir tískil kunnu vera at síggja við í hópinum longu leygardagin
Meistararnir í fjør hava fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið við tveimum sigrum tvey tey fyrstu umførini. Ein sigur móti EB/Streymi er sjálvsagt eitt krav fyri klaksvíkingar, sum saman við HB liggja á odda í deildini.
3. umfar
Víkingur-AB (Frí 18. mars 18:00)
NSÍ-B68 (Frí 18. mars 19:00)
Skála-07 Vestur (Ley 19. mars 15:00)
EB/Streymur-KÍ (Ley 19. mars 16:00)
HB-B36 (Ley 19. mars 20:00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald