Fótbóltur

Nýggjur málverji verður millum stengurnar í Moldova

Teitur Gestsson hevur givið avboð, tí unnustan átti í gjár. Føroyar hava ikki spælt um stig við øðrum málverja enn Teituri ella Gunnari Nielsen síðani á heysti 2011.

Mattias Lamhauge er tann einasti av teimum trimum málverjunum í hópinum við A-landsdystum. 23-ára gamli havnarmaðurin stóð í tveimum venjingardystunum í fjør - her sæst hann undir tjóðsanginum í Kosovo í november (Mynd: Sverri Egholm)

Mattias Lamhauge er tann einasti av teimum trimum málverjunum í hópinum við A-landsdystum. 23-ára gamli havnarmaðurin stóð í tveimum venjingardystunum í fjør - her sæst hann undir tjóðsanginum í Kosovo í november (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-20 14:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í dag kunngjørdi Fótbóltssamband Føroya, at Teitur Matras Gestsson hevur givið avboð til landsdystirnar móti Moldova, og at avloysari hansara er ungi liðfelagin Bjarti Vitalis Mørk, sum fyri tað mesta.

- Í gjár (red. sunnudagin) fingu vit eina deiliga gentu aftur at, og tað kennsit tískil rætt at raðfesta familjuna fram um fótbóltin beint nú. Tí havi eg givið avboð hesaferð. Hetta er eisini alt í sátt og semju við landsliðsvenjarin, og tað eri eg ótrúliga glaður fyri.

Hetta sigur Teitur Matras Gestsson við heimasíðuna hjá FSF. Harvið er greitt, at Føroyar fríggjadagin fara at hava ein málverja, sum ongantíð áður hevur spælt ein undankappingardyst.

Bárður á Reynatrøð og Bjarti Vitalis Mørk eru føddir í ávíkavist 2000 og 2001. Teir hava nógvar royndir á U-landsliðunum og eisini einstakar evropeiskar dystir, men leirvíkingurin og havnarmaðurin hava tað til felags, at teir ongan A-landsdyst hava spælt. Bárður var við í hópinum til venjingardystir í november, og hetta er fyrstu ferð at Bjarti er úttikin. HB-málverjin hevur fyri tað mesta spælt í 1. deild.

[object Object]
Bárður á Reynatrøð til venjing í Kosovo í november. Tá kom hann ikki á vøllin (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Bjarti Vitalis Mørk (Mynd: Fótbóltssamband Føroya/Hans Erik Danielsen)

Mattias Lamhauge spældi í venjingardystum móti Kosovo og Liktinstein í fjør, og lat B36-málverjin samanlagt eitt mál inn. Tað kundi hann einki gera við, og 23-ára gamli havnarmaðurin er útfrá síðsta landsliðsári fremst í raðnum nú.

Gunnar Nielsen var fastur fyrstimálverji á A-landsliðnum í útvið 10 ár. Seinastu árini hevur Teitur Matras Gestsson eisini spælt fleiri undankappingar- og Nations League-dystir. Føroyar hava ikki spælt við øðrum málverja enn teimum báðum síðan á heysti 2011, tá Jákup Mikkelsen og René Tórgarð spældu nakrar dystir hvør. 

Føroyska A-landsliðið venur á Tórsvølli í dag.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder