Beint fyri jól var nýtt golffelag stovnað. Á fundi í skúlanum í Lamba varð Eysturoyar Golffelag sett á stovn.
- Ætlanin var at gera eitt golffelag í Eysturoynni. Vit eru eini 12-15 mans, sum hava spælt golf uttanlands, og nú er ætlanin at royna at fáa spælt golf í Eysturoynni, sigur Sølvi Reinert Hansen, formaður í nýggja golffelagnum.
Fyrsta uppgávan hjá felagnum er at finna lendi, har til ber at spæla golf. Sølvi Reinert Hansen sigur, at teir fara í fyrstu atløgu at tosa við bøndur í Eysturoynni, sum kundi hugsast at loyva teimum at spæla golf í teirra haga.
- Vit tosa kanska um ein driving range fyrst. Ynski er eisini at gera nøkur hol á ein ella annan hátt, so at vit hava ein green, sigur formaðurin.
At fáa gjørt ein ordiligan golfvøll er ikki bara sum at siga tað, nakað, sum Sølvi Reinert Hansen sigur at vit kenna úr Tórshavn. Ynski er bara at sleppa at spæla golf í nærumhvørvinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald