Annað

Nýtt graslíki lagt á fótbóltsvøllin í Leirvík

Talan er um sama slag vøll sum Eysturkommuna legði á í Sarpugerði í 2021, og um graslíki við umhvørvisvinarligari ífyllu.

(Mynd: Eysturkommuna)

(Mynd: Eysturkommuna)

2023-07-01 20:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin varð arbeiðið við at leggja nýtt graslíki á fótbóltsvøllin uppi á Brekku í Leirvík liðugt og handað Eysturkommunu.

Talan er um sama slag vøll sum kommunan legði á í Sarpugerði í 2021, og um graslíki við umhvørvisvinarligari ífyllu. Í staðin fyri gummi-granulat, er sonevnt kork-granulat í nýggja vøllinum. Kork er úr træbarki og er sostatt meira umhvørvisvinarligt.

Hetta er sami leistur, ið er brúktur til vøllin í Sarpugerði í Norðragøtu, ið hevur verið væl umtókt at spæla á, skrivar kommunan.

Tað er P/F Føroya Møblasøla sum hevur veitt vøllin, og sambært Eysturkommunu hava royndirnar við graslíkinum frá Føroya Møblasølu verið sera góðar, og hevur afturmeldingin fyri nýggja graslíki í Sarpugerði verið jalig. Serliga frá fótbóltsfelagnum í kommununi, Víkingi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder